Ongi úrslit

Sandoyartunnilin stongdur - men bara eina lítla løtu.

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Tíðliga í morgun, umleið klokkan 5.45 tíðina, varð Sandoyartunnilin brádliga stongdur. Tað hendir við tað, at bummarnir við tunnilsmunnarnar fóru niður.

Løgreglan sigur, at tunnilin varð kannaður, men har var einki at síggja. Tey siga, at uttan iva var talan um ein tekniskan feil í einum brandskápi í tunlinum.

Tunnilin var stongdur ein lítlan hálvan tíma, so var hann opin aftur, men nú í dag, skal málið kannast.

Løgreglan sigur, at av tí at tað var so tíðliga, var eingin ferðsla.

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið avbera friðarligt hetta síðsta samdøgurið.

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

17 tímar síðan

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15

Jóannes nærkast nýggjum sáttmála

19. januar kl. 15:46