Tað er sjón fyri søgn, at undirsjóvartunlar hava stóra ávirkan á tey økini, sum teir binda uppí restina av Føroyum. Hetta sóu vit við Vágatunlinum, Norðoyatunlinum og eisini við Eysturoyartunlinum (hóast vegasamband var har frammanundan).
Gongdin í fólkatalinum í Sandoynni hevur eisini verið ein veg og tað er uppeftir, eftir at Sandoyartunnilin lat upp fyri ferðslu í desember í 2023.
Kanska er tað at ov rívandi til, men Sandoyartunnilin hevur bjargað Sandoynni burturúr teirri áratíggju longu skeivi gongdini, sum var, áðrenn Sandoyartunlinum kom.
Suðuroyartunnilin fer at hava somu ávirkan á Suðuroynna.
Dennis Holm
Løgtingslimur fyri Tjóðveldi