Ongi úrslit

Samráðingarnar um løn undir útbúgving tiknar uppaftur

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
12 tímar síðan

Summarfrítíðin er av, og samráðingarnar um løn undir útbúgving eru tiknar uppaftur.

Partarnir halda áfram at samráðast um, hvørja løn lesandi á Heilsuskúlanum við útbúgvingarsáttmála skulu hava.

Lógin um heilsuhjálpara-, heilsurøktara- og námsfrøðiliga hjálpara útbúgving varð broytt í vár,

soleiðis at tey, sum gera ein útbúgvingarsáttmála við ein arbeiðsgevara um at fara undir eina av

nevndu útbúgvingum, kunnu fáa eina ávísa løn (ikki fulla løn), meðan tey ganga í skúla, og meðan tey eru í starvsvenjing.

Ósemja er millum arbeiðsgevararnar, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini um, hvat lønin skal verða.

Arbeiðsgevararnir hava lagt seg eftir, at lønin skal liggja á einum støði, so sum avvarðandi myndugleikar arbeiddu út frá, tá lógaruppskotið varð ávegis – ein upphædd, ið mestsum er ein trífalding av upphæddini, ið næmingarnar fáa í dag.

Arbeiðsgevararnir hava tí lagt seg á eitt lønarlag, sum er rímiligt í mun til, at talan er um eitt slag av lærlingaskipan.

Í dag hava partarnir í samráðingunum - Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið - aftur umrøtt setanar- og lønarviðurskiftini hjá lesandi á Heilsuskúlanum, sum fara at gera útbúgvingarsáttmála við ein almennan/kommunalan arbeiðsgevara; tó uttan at samráðingarnar bóru á mál.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið harmast um støðuna og vóna, at partarnir skjótt finna semju um setanar- og lønarviðurskiftini hjá nevndu næmingum við útbúgvingarsáttmála.

Ein semja um lønina hjá lesandi við útbúgvingarsáttmála fer undir øllum umstøðum at betra munandi um fíggjarliga rásarúmið hjá teimum lesandi.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39