Ongi úrslit

Samráðingarnar slitnaðu - enn er ikki vandi fyri verkfalli

Seinast verkfall var hjá Sev, varð streymurin tikin ávísar tíðir

Áki Bertholdsen
3. sepember 2024 kl. 19:40

Samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá SEV og IRF, eru slitnaðar.

Semingsmaðurin var uppi í, men kastaði handklæðið í ringin, tí partarnir vóru so langt frá hvørjum øðrum, at einki endamál var at halda fram.

Men Maskinmeistarafelagið sigur, at enn er talan ikki um arbeiðssteðg.

Maskinmeistarafelagið sigur, at tey hava lagt stóran dent á at fáa greiðar reglur um arbeiðstíðir, og sostatt eisini um frítíð

– Maskinmeistarafelagið slepti at kalla øllum øðrum krøvum fyri at fáa greiðar ásetingar um arbeiðstíðina í sáttmálan, men tað vil Kommunala Arbeiðsgevarafgelagið, KAF ikki, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Arnfinn Bech er ikki í iva um, at tað er í stríð við sáttmálan, soleiðis sum vaktararbeiðið hjá SEV verður umsitið í dag.

– Maskinmeistarafelagið hevur ongantíð góðkent tær, men fingu vit semju um arbeiðstíðirnar, høvdu vit gjørt tað lógligt, sum í dag er ólógligt, sigur Arnfinn Bech.

– Men okkurt bendir á, at KAF vil hava ruðuleika á økinum, so tey betur kunnu skalta og valta við fólkinum, sum tey vilja, sigur hann. Sáttmálin fór annars úr gildi 1. oktober 2022

Verður verkfall, skal boðast frá tí minst 72 tímar frammanundan. Fyrst í hesi øldini fóru maskinmeistarnir hjá SEV í Verkfalli og tá varð streymurin kvettur ávís tíðarbil um dagin.

Tá endaði verkfallið við, at Løgtingið kom upp í og endaði verkfallið við lóg - og seinni varð so nýggjur sáttmáli gjørdur.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41