Ongi úrslit

Samráðingar um at yvirtaka

Trump vil hava USA at yvirtaka Grønland, sigur hon

Jóhanna Højgaard
15. januar kl. 20:05

Sambært talskvinnuni í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, samdust partarnir á fundinum mikudagin í Washington, um at seta ein arbeiðsbólk við fólki, sum framhaldandi fara at hava samráðingar um at yvirtaka Grønland.

Hesar samrøðurnar verða aðru ella triðju hvørja viku, segði hon.

Útsøgnirnar komu á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í Washington, D.C., sum ikki beinleiðis hevði Grønland á skránni. Ein journalistur spurdi tó um evnið.

Eisini umrøður hon á tíðindafundinum, at evropeisk lond senda hermenn til Grønlands.

Hon sigur í hesum sambandi, at tað fer ikki at ávirka avgerðina  Donald Trump, um Grønland. 

Men forsetin hevur gjørt sína raðfesting sera greiða. Trump vil hava USA at yvirtaka Grønland, sigur hon. Hettar skrivar Reuters.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

Í gjár kl. 10:16