Eg vil fegin senda tykkum, jødisku vinum okkara í ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn, mína inniligu samkenslu í samband við ræðuliga morðálopið á jødar, sum er farið fram í Australia.
Eg veit, at allir vinir Ísraels í Føroyum standa saman við tykkum og biðja fyri jødisku húskjunum, sum hava mist teirra kæru í hesum drepandi sniðálopinum.
Mátti Gud troysta tey og tykkum øll.
Við inniligari samkensluheilsan
Svenning av Lofti
Ísraelskur heiðurskonsul í Føroyum