Tailand er farið undir at flyta burtur fleiri enn 385.000 sivilfólk í fýra økjum, sum hava mark til grannalandið Kambodja.
Tað boðaði tailendski herurin frá mánadagin, sambært tíðindastovuni Reuters. Hetta hendir, eftir at Tailand er farið undir loftálop nærhendis umstrídda marknaøkinum.
Sambært herinum hava fleiri enn 35.000 sivilfólk longu fingið innivist í fyribils skjóli.
Eisini í Kambodja rýma fólk í hópatali, eftir at samanstoytir brustu á. Minst fimm fólk hava latið lív.
Báðir partar hava hvør sær ákært hin fyri at hava byrjað harðskapin, sum er tann álvarsamasta samanrenningin millum londini, síðani tey samdust um vápnahvíld í juli.
Forsætisráðharrin í Tailandi, Anutin Charnvirakul, sigur, at land hansara ongantíð vildi hava harðskap, men fer at nýta neyðug amboð til at varðveita sítt fullveldi. Fyrrverandi leiðarin í Kambodja, Hun Sen, ákærir tailendskar "innræsur" fyri at elva til hevndargerðir.
Síðan í mai hava vaksandi spenningarnir millum grannalondini elvt til fleiri enn 40 deyðsføll umframt innflutningsbann og ferðaavmarkingar.