Ongi úrslit

Rutte gevur grønt ljós at skjóta russar niður

NATO tekur dronustøðuna í Danmark í størsta álvara

Mark Rutte, aðalskrivarin í NATO
Jóhanna Højgaard
25. sepember kl. 15:15

Aðalskrivarin í NATO gevur grønt ljós til at skjóta russisk flogfør niður, um tað er neyðugt, um tey bróta loftrúmið hjá NATO.

- Um neyðugt. So eg eri púra samdur við Trump forseta, sigur Mark Rutte í samrøðu við Fox News í dag.

Hann leggur afturat, at starvsfólk hjá NATO eru útbúgvin at meta um slíkar hóttanir og gera av, um tey kunnu fylgja russiskum flogførum úr loftrúminum hjá samgonguni, ella um tørvur er á fleiri tiltøkum.

Á ST-aðalfundinum í gjár heitti amerikanski forsetin, Donald Trump, á NATO-londini um at skjóta russisk flogfør niður, um tey bróta loftrúmið hjá NATO.

Spurdur um USA vil stuðla einum slíkum skottilburði, svaraði Trump, sambært Reuters, at tað veldst um umstøðurnar.

Aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, váttar eisini á X, at hann hevur tosað við Mette Frederiksen.

NATO tekur dronustøðuna í Danmark í størsta álvara, stendur í fráboðanini.

- Nato-sambandslondini og Danmark arbeiða saman um, hvussu vit kunnu tryggja trygdina á okkara kritiska undirstøðukervi, skrivar Mark Rutte.

Enn hava myndugleikarnir ikki funnið nakað prógv fyri, um tað eru russar ella onkur annar, sum stendur aftanfyri dronuórógvingini.

Russar sjálvir hava avnoktað.

Sí: https://dimma.fo/grein/russiska-sendistovan-svarar-aftur

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30