Ongi úrslit

Russiska Sendistovan svarar aftur

Ein pallsett provokatión

Russiska ambassadan í Keypmannahavn
Jóhanna Højgaard
25. sepember kl. 15:10

Russiska sendistovan í Danmark hevur almannakunngjørt eina fráboðan á miðlanum Telegram, um dronurnar yvir Danmark.

Har stendur, at hetta er ein "pallsett provokatión".

- Tað er eyðsæð, at fráboðaðu órógvini á donskum flogvøllum eru ein pallsett provokatión.

Hettar verða uttan iva brúkt sum orsøk til at økja um spenningin enn meira, til frama fyri teimum kreftum sum við øllum amboðum royna at leingja um ukrainsku ósemjuna, og víðka hana til onnur lond.

- Russiska síðan vísir harðliga aftur vitleysu gitingarnar um lut í hendingunum.

Hóast eingin drona ella gerningsmaður er funnin enn, vilja ES lond hittast og samráðast.

-Umrøddu dronuhendingarnar yvir Danmark undirstrikar tørvin á einum "dronumúri" móti Russlandi. Tað sigur talsmaðurin hjá ES-nevndini, Thomas Regnier, á dagliga tíðindafundinum.

Í morgin byrjar ein fundur við fleiri limalondum á eystara frontlinju í Ukraina. Ukraina verður eisini við í samráðingunum og nú eisini Danmark.

ES fylgjur tveimun sporum at samráðast um, sigur Regnier.

-Hesar dronurnar mugu finnast, og tað næsta verður, hvussu vilja vit kempa ímóti teimum?

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30