Ongi úrslit

Ruth biður tingið um pengar til at hýsa flóttafólkum

Um løgtingið samtykkir at víkja frá tíðarfreistum, so fær uppskotið frá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum um at játta 2,55 mió bæði 1. og 2. viðgerð í dag

Jóannes Hansen
1. mai kl. 12:55

Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum hevur í dag lagt uppskot fyri løgtingið um eykajáttanarlóg fyri mai mánað. Uppskotið fevnir um 2,55 mió krónur, sum skulu brúkast til at heimila Landsverki at útvega bráðfeingis bústaðir til burturriknar ukrainar.

Tá ið uppskotið stutt fyri døgurða varð lagt fram, segði Bjørt Samuelsen løgtingsforkvinna, at áheitan er komin um at víkja frá tíðarfreisunum. Tann áheitanin verður tað atkvøtt um á fundi seinni í dag. Um tingið fer at geva loyvi til at víkja frá tíðarfreistunum, so verður uppskotið viðgjørt á fundi seinni í dag.

Í løtuni viðger Løgtingið lógaruppskotið hjá landsstýrinum um Suðuroyartunnilin.

 

Almennu viðmerkingarnar hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum til uppskotið um eykajáttanarlóg eru hesar:

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum leggur við hesum fram uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri Løgtingið. Samanumtikið gevur eykajáttanaruppskotið eitt hall á 2,55 mió. kr. (RLÚ 1).

Talan er um at heimila Landsverki at útvega bráðfeingis bústaðir til burturriknar ukrainar, sum verða ella eru í vanda fyri at verða uttan bústað eftir 1. mai.

Ein høvuðsorsøkin er, at verandi bústaðir skulu nýtast til stutttíðar leigumáltil ferðavinnuna.

Landsverk fær eisini heimild at krevja ukrainarnar eftir húsaleigu fyri bústaðirnar.

Eisini hevur Reyði Krossur átikið sær uppgávuna at standa fyri sosialari samskipan í bráðfeingis bústøðunum.

Verður hugt nærri at hvørjum øki sær, fevnir eykajáttanaruppskotið um fylgjandi:

Á § 5 Fiskivinnu-og samferðslumál verður biðið um 2,2 mió. kr.

Biðið verður um, at játtanin til Landsins ognir verður hækkað við 2,2 mió. kr.

Á § 14 Lógarmálverður biðið um 350 tús. kr.

Biðið verður um, at játtanin til Løgmálaráðið verður hækkað við 350 tús. kr.

Mest lisið hesa vikuna

Hann hevur eitt óvanligt uppskot um at fíggja Suðuroyartunnilin

1. mai kl. 16:45

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

20 tímar síðan

Suðuroyartunnilin: Størsta hóttanin móti Føroyum

28. apríl kl. 10:42

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

Í gjár kl. 17:08

Eini 100 fólk hildu føroyskan flaggdag í Nuuk

28. apríl kl. 20:30

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

Í gjár kl. 09:05