Ongi úrslit

Russland hevur vunnið kríggið, meinar Orban

Hann hevur staðiliga verið ímóti at stuðla Ukraina

Jóhanna Højgaard
12. august kl. 23:22

Russland hevur seinastu dagarnar brotið frontin í eystara parti av Ukraina.

Hendingin hendir bert dagar áðrenn Donald Trump, forseti, tekur ímóti russiska forsetanum Vladimir Putin, í USA fríggjadagin.

Teir báðir hittast uttan at Ukraina er til staðar, fyri at umrøða ein enda á krígnum í Ukraina.

-Russland hevur vunnið kríggið í Ukraina.

Tað eru boðini frá Putin-sympatiska forsætisráðharranum í Ungarn, Viktor Orban.

- Vit tosa nú sum um talan er um eitt stríð, sum kann ganga báðar vegir, men tað er tað ikki.

Ukrainar hava tapt kríggið. Russland hevur vunnið hetta stríðið, segði Orban í samrøðu á YouTube-rásini ‘Patriot’

Orban, sum hevur tætt samband við Putin og mánadagin var einasti ES-leiðarin, sum ikki stuðlaði eini felags yvirlýsing til fyrimuns fyri Ukraina.

Hann hevur staðiliga verið ímóti at stuðla Ukraina, við millum annað vápnum.

- Spurningurin er bara, nær og undir hvørjum umstøðum vesturheimurin, sum stendur aftan fyri ukrainarar, fer at viðurkenna at hetta er hent, og hvat úrslitið av øllum hesum verður, sigur forsætisráðharrin.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03