Ongi úrslit

Russar eru misnøgdir við Danmark

Danmark ætlar at profitera uppá hesa áhaldandi ósemjuna ímillum londini, sigur talskvinna

Jóhanna Højgaard
13. sepember kl. 15:00

Russland hevur víst stòra misnøgd við Danmark, nú framleiðslan av brennstoffi til ukrainskar rakettir er góðkend á danskari jørð

Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið sigur, at tað fer at økja um vandan fyri eskalering, og føra til meira harðskap í Ukraina.

Zakharova, segði at hetta tiltakið avdúkar ágangandi støðuna hjá Danmark mótvegis Russlandi.

Hon førdi eisini fram, at hetta stigið undirgrevur átøkini, at loysa støðuna í Ukraina á friðarligan hátt.

Danmark ætlar at profitera uppá hesa áhaldandi ósemjuna ímillum londini, leggur hon afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30