Hotel Føroyar hevur sett Rósu Mariu Restorff í starv sum nýggjur stjóri á hotellinum. Rósa Maria hevur starvast sum móttøkuleiðari á Hotel Føroyum síðani 1. juni í ár.
Avgerðin um at seta ein nýggjan stjóra er tikin, tí virksemið á hotellinum er vaksið nógv seinastu árini – m.a. við nýggja vælveruøkinum og øðrum spenanndi samstørvum og verkætlanum. Hetta hevur við sær, at tørvur er á einum stjóra, sum bert tekur sær av rakstrinum av hotellinum. Johannes Jensen, sum higartil hevur verið stjóri á Hotel Føroyum, heldur fram sum stjóri í Gist & Vist-samtakinum.
Rósa Maria hevur drúgvar royndir innan hotell- og matstovuvinnu, bæði í Føroyum og Danmark. Hon hevur starvast í leiðandi størvum á Hotel Hafnia og Hilton Garden Inn Faroe Islands, har hon hevur havt ábyrgd av bæði rakstri, starvsfólkaleiðslu og tænastumenning. Hon hevur útbúgving sum móttøkufólk frá Radisson SAS Royal Hotel í Keypmannahavn og sum tænari frá Glostrup Park Hotel, og hevur harumframt tikið fleiri skeið í leiðslu, sølu og øðrum.
– Hetta er ein spennandi nýggj avbjóðing, og eg eri sera fegin um at vera blivin ein partur av Hotel Føroyum. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri gestaupplivingum og trivnaði, og eg gleði meg til at arbeiða saman við toyminum við at menna hotellið víðari, sigur Rósa Maria Restorff.