Ongi úrslit

Ronaldo fyrsti dollara-milliardingurin í fótbólti

Cristiano Ronaldo fær 200 milliónir skattafríar dollarar um árið.

© Stefan Wermuth/Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
8. oktober kl. 18:00

Tað er einki nýtt í, at Cristiano Ronaldo er ríkur. Men nú er hansara ríkidømi komið upp á eina søguliga upphædd.

Amerikanski vinnulívsmiðilin Bloomberg skrivar, at eftir at Ronaldo fyri nøkrum árum síðan flutti til Saudiarabia, skilur hann seg frá øðrum fótbóltsspælarum, hvat veldst um krónur og oyru.

Við eini ogn, ið hevur mett virði á 1,4 milliardir dollarar – sum eru umleið níggju milliardir krónur – er portugisiska stjørnan fyrsti milliardingurin í fótbóltssøguni, siga miðlarnir.

40 ára gamli áleyparin fekk umleið 550 milliónir dollarar í løn í europeiskum fótbólti millum 2003 og 2023. Men tann upphæddin stendur ikki mát við lønina, sum hann hevur fingið, síðan hann skifti til Al-Nassr í Saudiarabia.

Eftir øllum at døma fara 200 milliónir skattafríir dollarar beint inn á kontuna hjá Ronaldo um árið.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

20 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

Í gjár kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

7. desember kl. 09:38