Ongi úrslit

Høllin fyllist við føroyingum

Føroysku spælararnir eru ovfarnir av, at heimligi stuðulin er so stórur, sum hann er, og enn er einki at síggja til nakrar sveisiskar áskoðarar

Jonhard Hammer
5 tímar síðan

Føroysku spælararnir eru komnir í Unity Arena, har dysturin móti Sveis verður klokkan 19.30.

Sum myndin vísir, so sita fleiri teirra og hyggja at dystinum millum Slovenia og Montenegro. Har er spenningurin rættiliga stórur.

Vongurin Rói Berg Hansen er í kvøld á landsliðnum fyri 50. ferð. Av teimum, sum eru í hópinum hesa ferð, er tað bara Kjartan Johansen, sum hevur spælt fleiri landsdystir enn Rói. Kjartan hevur verið 53 ferðir á landsliðnum. Í kvøld eru tað hann og Helgi Hildarson Hoydal, sum ikki eru á listanum.

Ein av føroysku spælarunum, sum áður hevur roynt seg í norskum hondbólti, er Tróndur Mikkelsen. Hann spældi í fýra ár í norskum hondbólti, áðrenn hann síðsta summar flutti til HIF Karlskrona í Svøriki.

-Vit fegnast um, at tað nú verður álvari, eftir at vit síðani á nýggjárinum hava havt fokus á at fyrireika okkum. Tað sær út til, at mest sum allir áskoðararnir í høllini í kvøld fara at taka undir við okkum. Tað eru umleið seks túsund føroyingar, og tað er heilt fantastiskt og hevur stóran týdning. Og so halda norðmenninir eisini við okkum. Teir fegnast um, at vit eru her, og teir tosa einki um, at teir fyri tveimum árum síðani ikki megnaðu meiri enn javnleik ímóti okkum fyri tveimum árum síðani í Berlin, sigur Tróndur Mikkelsen.

Tað eru ikki nógvir áskoðarar til dystin millum Slovenia og Montenegro, men nú eru føroysku áskoðararnir so smátt farnir at fylla høllina.

Tróndur Mikkelsen

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Myndir: Lív í umborð

Í gjár kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50