Ongi úrslit

Ringdu til løgregluna at boða frá dronu - men tað var tað ikki

Áki Bertholdsen
9. oktober kl. 08:25

Beint eftir náttúrða í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna úr Skálavík at boða frá, at ein drona fleyg yvir bygdini.

Løgreglan fór á staðið, men tey sóu onga dronu. Og eftir at hava kannað málið er niðurstøðan, at talan var ikki um dronu.

Hinvegin var tyrlan hjá sjóverjuni á flogi í sambandi við venjingar, saman við einum fronskum herskipi.

Og løgreglan er sannførd um, at tað er hana, skálvíkingar hava tikið feil av og hava hildið, at tað var ein drona.

Sostatt gjørdi løgreglan ikki meiri við málið.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42

Alt selt eftir ein minutt

8 tímar síðan