Ongi úrslit

Ríkisfelagsskapurin er mótstøðuførur

Anna Falkenberg
22 tímar síðan

Felagsskapurin millum Føroyar og Danmark tolir væl avbjóðingar, og tað er avgerðin hjá grein 6 nevndini um WTO-málið, eitt gott dømið um. Ríkisfelagsskapurin fevnir víða, og vit eiga at leggja okkum eftir at varðveita og styrkja ríkisfelagsskapin.

Tað var boðskapurin í røðuni hjá Annu Falkenberg, fólkatingskvinnu hjá Sambandsflokkinum, tá setanarrøðan hjá Mette Frederiksen, forsætisráðfrúu, var til viðgerðar í fólkatinginum.

Anna Falkenberg segði í røðuni, at avgerðin um, at Føroyar kunnu gerast limir í egnum navni í heimshandilsfelagsskapinum, WTO, prógvar, at ríkisfelagsskapurin er rúmligur. Hon ásannar, at sjálvandi eru avbjóðingar í einum felagsskapi, men leggur dent á, at avbjóðingar eisini geva pláss fyri at betra um felagsskapin.

Í røðuni varð eisini víst á, at alt ov fá hava givið tí ans, at allir flokkar, uttan Sambandsflokkurin, eru sinnaðir at taka seg burturúr ríkisfelagsskapinum. Tað verður ikki uttan avleiðingar, um Føroyar velja at taka seg úr felagsskapinum við Danmark, varð sagt írøðuni.

Ríkisfelagsskapurin snýr seg ikki um, at tað eru vit ímóti teimum, men at vit standa saman.

Røðan hjá Annu Falkenberg kann lesast her.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

18 tímar síðan

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

Í gjár kl. 17:21

Stóð við opnum munni og polyppum

4. oktober kl. 20:45

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15