Ongi úrslit

Rentumarginalurin var 3,75% í september 2025

Nettorentuinntøkurnar hjá bankunum vuksu frá á sumri 2022 til árslok 2023, tí føroysku bankarnir øktu útlánsrentuna meira, enn innlánsrentuna

landsbankin.fo
14. november kl. 18:45

Miðal útlánsrentan hjá føroysku privat- og vinnukundunum í føroysku bankunum var 4,40% í september 2025, ímeðan miðal innlánsrentan var 0,65%. Rentumarginalurin er munurin millum innláns- og útlánsrentuna og hann var tí 3,75%.

Nettorentuinntøkurnar hjá bankunum vuksu frá á sumri 2022 til árslok 2023, tí føroysku bankarnir øktu útlánsrentuna meira, enn innlánsrentuna, ið merkir, at rentumarginalurin vaks. Rentumarginalurin er síðani lækkaður eitt vet aftur, sí mynd 1.

Rentuinntøkurnar hjá føroysku bankunum av útlánum til føroyskar kundar vóru um 80 mió. kr. lægri fyrstu 3 ársfjórðingarnar í 2025 samanborið við fyrstu 3 ársfjórðingarnar í 2024. Rentuútreiðslurnar hjá føroysku bankunum fyri innlán hjá føroyskum kundum, eru í sama tíðarskeiði lækkaðar nærum 30 mió. kr.   

Mynd 1. Rentumarginalurin er minkaður

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið seinnu hálvu 2025 her.

Mest lisið hesa vikuna

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

4 tímar síðan

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

Í gjár kl. 10:02