Ein 36 ára gamal maður er handtikin, eftir at ein bilur rendi á sjey fólksum vóru til gongu í enska býnum Derby. Hettar veit BBC at siga frá.
Maðurin er millum annað undir illgruna fyri drápsroynd, at hava elvt til álvarsligan skaða, umframt fyri hættisliga koyring. Sjey fólk fingu álvarsligan skaða, men skaðarnir eru ikki mettir at vera lívshættisligir.
Hendingin verður í løtuni ikki viðgjørd sum eitt yvirgangsálop, skrivar miðilin.