Ongi úrslit

Randi Ward fekk Heiðursgávu landsins 2024

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur handað Randi Ward, týðara, Heiðursgávu landsins 2024

Almenna- og mentamálaráðið
23. oktober 2024 kl. 20:03

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:

Randi Ward, týðari, fær Heiðursgávu Landsins fyri sítt áhaldandi arbeiði og stóra hegni at týða og gera vart við føroyskan skaldskap í útheiminum.

Sum ein savnandi hornasteinur innan føroyskar bókmentir hevur Randi Ward sett føroyskar bókmentir í eygnahædd við samtíðarbókmentir heimsins.

Randi Ward hevur týtt verk eftir føroyskar høvundar so sum Guðrið Helmsdal, Steinbjørn B. Jacobsen, Tórodd Poulsen, Marjun S. Kjelnæs, Sissal Kampmann og Oddfríða M. Rasmussen.

Heiðursgáva landsins er 75.000 kr., og hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Les alla grundgevingina HER

Síggj heiðursfilm til Randi Ward frá Oddfríði M. Rasmussen HER

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14