Ongi úrslit

Ráðstevna um fráflyting og kyn

Eirikur í Jákupsstovu setur ráðstevnuna
Javnstøðunevndin
16 tímar síðan

Fyri at geva íkast og íblástur til kjakið um fráflyting skipar javnstøðunevndin fyri almennari ráðstevnu. Endamálið er at lýsa fráflyting úr kynssjónarhorni, tí atlit til kyn vantar í almenna orðaskiftinum um ungdómin, metir javnstøðunevndin.

Ráðstevnan verður í Smæruni í Havn fríggjadagin 19. september kl. 9-12. Á skránni eru fyrilestur, orðaskifti millum ung og politiskt kjak.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og luttøka er ókeypis.

GG: TIL BER AT STROYMA TIL TILAKIÐ HER.

Um ráðstevnuna

Tá ið spurningar um flyting verða umrøddir, verður ofta spurt: "Hvussu fáa vit tey ungu heimaftur?". Hesin spurningur er væl grundaður, tí av teimum, sum á hvørjum ári flyta av landinum, kemur bara helvtin heimaftur.
Talan er um eina av størstu samfelagsavbjóðingunum, vit hava. Men fyri at skilja avbjóðingina til fulnar, tørvar okkum innlit í, hví so nógv ung velja Føroyar frá.

Seinastu árini hava vit kunnað staðfest, at tað í stóran mun eru ungar kvinnur, sum flyta av landinum í lestrarørindum. Síðani aldarskiftið eru tey, sum framvegis búgva uttanlands eftir lokna útbúgving, vorðin fleiri í tali. Meirilutin av teimum er kvinnur, sum sostatt hava verri møguleikar fyri at ávirka føroyska samfelagið.

Skal hesin átrokandi samfelagstrupulleiki loysast, er neyðugt at seta fokus á kyn. Tí vilja vit við ráðstevnuni spyrja:

- Hví fara so nógvar ungar kvinnur av landinum?
- Hví flyta ikki fleiri heimaftur?
- Eru vit eitt nóg rúmligt samfelag?

Skrá

  • kl. 9.00 Javnstøðunevndin biður vælkomin

  • kl. 9.10 Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Eirikur í Jákupsstovu, setir ráðstevnuna

  • kl. 9.20 Hagstovan leggur fram hagtøl um fráflyting og kyn

  • kl. 10.00 Steðgur

  • kl. 10.30 Orðaskifti millum ungar kvinnur

  • kl. 11.00 Politiskt kjak. Luttakarar eru Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Johan Dahl, Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir, Bjarni K. Petersen og Steffan K. Poulsen

  • kl. 12.00 Liðugt

Óluva Zachariasen er orðstýrari.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

16. sepember kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18