Ongi úrslit

RÁÐ AT HAVA RÁÐ…TIL HVAT SUM ER…

© Headread
Carl Jóhan Jensen
Í gjár kl. 11:40

…hmm…í Føroyum skulu føroyingar hava ráð til alt…og hava teir ikki tað, eru ráð kortini fyri tí…í lummunum hjá donskum skattgjaldarum…

…alt ber til…tað er karma hjá føroyska fáveldisveljaranum…hann trýr tí stútt og trútt… eftir næsta væl fer hann at vakna til eitt nýtt lív, har ráðini ikki einans eru til alt, uttan meir enn alt…og tað skattaleyst og uttan ábyrgd…

…eitt lív…har hvørki Suðuroyartunnil, flogvøllur á Glyvursnesi, havnir, byggigølur, verja í ólíkindatíðum, bústaðir, matvøruprísir, kremlingar, fiskidagaskipan, ágóðabýtið av fólksins ogn, vælferðin, heilsuverkið, skúlaskapur, eldraøkið … ella gud viti hvat… gera minsta høvuðbrýggj longur…hvaðna minni haldføristrupuleikar og almennar sparingar…har alt gongur eftir smurdum lunnum hjá landi sum kommunum… upp á danskar pengar… danskt kreditvirði…ja, enntá donsk státslán um so skal vera…

…so hvat skulu vit…álvaratos… við ábyrgd í Føroyu, tá danski skattgjaldarin kann taka tann krossin á seg og vit kortini ráða og hava ráð sum aldri fyrr…

…nei, líka veit eg…men soleiðis limraði íspegilin sær at hugsað verður á føroyskum á danska tin....

At spráka um blokkaða spilling

Er spinn bert og hervilig villing,

Men biðjara ráð

Tey bøta uppá,

Tá óvit vil fremja umstilling,

Tá óvit vil fremja umstilling

So uttan ta kámastu hilling

Á hvussu tey ráð

Ráða okkum frá

At gleðast um dansktfingna gylling

Nei, gleðist um dansktfingna gylling

Og gloymið alt bablið um spilling.

Sjálvi at gjalda

Er skitti at valda,

Tá óvit vil fremja umstilling.

…Vorherre bevares…

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Hetta líkar borgarstjóranum væl

1. desember kl. 23:24