Kranarnir í pubbuni á Tvøroyri standa nú stillir, og propparnir eru settir í fløskurnar med alla. Ella í øllum førum fyribils med alla - um nakað eitur so.
Tað vátta eigararnir av pubbini fyri Dimmalætting.
Sáttmálin um hølini hjá kongaliga einahandlinum gongur út í næstum, og sum skilst hevur kommunan aðrar ætlanir við bygninginum og økinum, og samstundis hava eigararnir gjørt av ikki at søkja um at leingja sáttmálan. Av somu orsøk verður lykilin nú snaraður um.
Um vikuskiftið varð tí sagt farvæl á pubbini, og fríggjakvøldið, tá mentanarnátt var á Tvøroyri, var tí heilt nógv fólk, ið løgdu leiðina fram við á pubbini.
Tað er ivasamt, um pubbin letur upp aftur aðrastaðni, upplýsa eigararnir, og tí er mest sannlíkt, at lykilin á pubbini er snaraður um fyri seinastu ferð.