Ongi úrslit

Ansar eftir flokkinum

Ódnin hevur herjað kring norsku kongshúsini

© Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Norski krúnprinsurin hitti eina forvitna pressu seinnapartin, og hann gjørdi teimun greitt, hvørji raðfestingar hansara í løtuni eru.

Ódnin hevur herjað kring norsku kongshúsini, sum hevur verið tyngt av eini røð av gølum.

Seinnapartin fríggjadagin sendi kongshúsið út eina fráboðan frá krúnprinsessu Mette-Marit, har tey vístu at tey harmast av støðuni. Í dag hitti Haakon krúnprinsur eisini pressuna fyri fyrstu ferð, síðani Epstein-skandalan við konu hansara komu fram í ljósið.

Í einum videobroti, sum VG deilir á Instagram, sæst at spurningarnir frá journalistunum hegla niður yvir krúnprinsin, sum noyðist at geva sær tíð at finna røttu orðini.

Eg skilji væl, tú hevur nógvar spurningar. Tað hendir nógv, og tað er heilt legitimt. Eg fari ikki at svara spurningunum her og nú, byrjaði hann.

– Eg havi varhugan av, at vit mugu raðfesta í røttari raðfylgju. Fyri meg hevur tað týdningarmesta í hesum døgum verið at ansa eftir "flokkinum".

At stuðla Marius í tí støðu, hann er í. Vit ansa eisini eftir hinum børnunum, tey hava eisini brúk fyri at verða ansaði eftir. Og eg noyðist at ansa eftir krúnprinsessuni, og lukkutíð ansar hon eisini eftir mær, vóru boðini frá krúnprins Håkon, sum júst hevði verið og markera samiska tjóðardagin í einum samiskum barnagarði í Oslo.

Mette-Marit biður um fyrigeving

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43