Ongi úrslit

Politikararnir mugu syrgja fyri at byggja nógv fleiri bústaðir

Áki Bertholdsen
9. sepember kl. 10:59

Politiski myndugleikin eigur at økja um útboðið av sethúsum.

Tað er boðskapurin frá Búskaparráðnum til politiska myndugleikan.

Støðan er nevniliga tann, at sethúsaprísirnir hækka framvegis.

Miðalprísurin fyri eini sethús í Tórshavnarøkinum er nú 4,2 milliónir, hann er 2,5 milliónir í teimum størri bygdum og 2,2 milliónir í teimum smærri bygdum

Í dag eru bústaðarprísirnir í Havn 7,5 prosent hægri enn teir vóru í fjør.

Í sama tíðarskeiði eru húsaprísirnir hækkaðir seks prosent á bygd - Men í Sandoy og í Suðuroy eru teir hækkaðir 13 prosent.

– Stóri vøksturin í Sandoy og Suðuroy skal takast við fyrivarni, tí har eru ikki so nógv hús til sølu, at miðalprísurin kann togast upp av eintøkum sølum.

Serliga hevur vøksturin verið stórur í størri bygdunum. Í fjør var miðalprísurin 2,3 milliónir í teimum størru bygdunum, men fyrra hálvár 2025 er miðalprísurin 2,5 milliónir.

Talan vísir miðalprísin á sethúsum hesi seinastu 10 árini

Sethúsaprísirnir eru øktir nógv seinastu 10 árini og allarhelst er orsøkin at eftirspurningurin er nógv størri enn útboðið.

Búskaparráðið sigur, at tað kunnu tað vera fleiri orsøkir til tað. Ein orsøk er nógv fólk eru flutt til Føroya.

– Harafturat kann trot á arbeiðsmegi í byggivinnuni, dýrari byggitilfar og avmarkað byggilendi, gera sítt til at prísirnir hækka.

Ein onnur orsøk kann vera, at fleiri almennar verkætlanir hava verið settar í verk í senn, og tað hevur elvt til, at færri bústaðir verða bygdir.

Tá ið eftirspurningurin samstundis hevur verið stórur, ger alt hetta sítt til, at prísirnir hækka.

– Bústaðartrotið er ein fløskuhálsur í føroyska búskapinum. Tí má politiski myndugleikin taka hesa avbjóðing í álvara við at økja um útboðið av bústøðum, sigur Búskaparráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15 tímar síðan

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20