Ongi úrslit

Politikarar kunnu ikki longur liggja á einum kodda - nú má okkurt henda

Politikarar kunnu ikki longur hækka skattir og avgjøld fyri at sleppa frá at seta nýskipanir í verk, men tað gongur ikki longur

Áki Bertholdsen
11. mars 2025 kl. 13:36

Tað er ikki nóg gott, at vit, í bestu búskaparligu tíðum, framhaldandi hava stórt hall á fíggjarlógini. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Í seinasta lagi 31. mars, skal Landsstýrið leggja uppskot um játtanarkarmar fyri Løgtingið. Tað er eitt uppskot sum vísir, hvønn fíggjarpolitikk ætlan er at føra næsta ár.

 – Nú játtanarkarmarnir skjótt verða lagdir fyri Løgtingið, eigur dentur at verða lagdur á at tálma útreiðslunum og at seta nýskipanir at effektivisera tað almenna, í verk, siga arbeiðsgevararnir.

Teir vísa á, at í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum verður staðfest, at almenna umsitingin veksur støðugt, bæði tá ið talan er um starvsfólktalið og játtanir.

Búskaparráðið væntar eisini stórt undirskot á fíggjarlógini bæði í ár og næsta ár og ráðið mælir til at seta nýskipanir í verk sum kunnu effektivisera tað almenna.

Somuleiðis verður mælt til at Løgtingið samtykkir eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum setir mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu hækka um árið.

Hesum er Føroya Arbeiðsgevarafelag samt í.

– At hækka skattir og avgjøld hevði bara verið ein koddi hjá politisku skipanini, so tað slepst undan at fremja tær umskipanir, sum tryggja, at skattainntøkurnar kunnu brúkast meira effektivt, sigur Arbeiðsgevararnir.

– Vit kappast við onnur lond um at draga starvsfólk og kapital at okkum og hækkaðir skattir og avgjøld høvdu gjørt Føroyar minni kappingarførar.

– Tvørturímóti er tørvur á at lækka skattin. Men skal tað bera til, krevur tað, at almennu útreiðslurnar ikki hækka so skjótt, sum tær hava gjørt seinnu árini, siga teir.

Tí eru tað útreiðslurnar og almenni bygnaðurin, sum nú mugu setast í miðdepilin, og ímeðan vit bíða eftir tí fíggjarpolitiska regluverkinum, kann politiska skipanin taka fyrsta takið longu nú við at avmarka útreiðsluvøksturin á játtanarkørmunum fyri næsta ár, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

­– Tað er ikki nóg gott, at vit, í bestu búskaparligu tíðum framhaldandi hava stórt hall á fíggjarlógini, sigur Arbeiðsgevarfelagið.

Tað er staðfest fleiri ferðir, at vit hava eina avbjóðing við vaksandi røktartørvi, so hvørt sum vit gerast eldri. Skal landskassin ikki fáa vaksandi hall komandi árini, mugu vit finna aðrar loysnir enn at seta fleiri almenn starvsfólk inn í verandi skipanir, siga arbeiðsgevararnir.

Í fyrstu syftu mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til at gera eina ætlan fyri at nýskipa av teir dýrastu, almennu stovnarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

22 tímar síðan

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49