Ongi úrslit

Pípuleys orgul í yvir 40 ár

Tað elektroniska pípuorglið, sum hevur verið longst í brúki innan kirkjugátt í Føroyum, er tað 30 ára gamla italska Viscount Grand Opera-orglið, sum nú hevur takkað fyri seg í Vestmanna kirkju

© Mynd: Hilmar Jan Hansen
Fyrsta elektroniska orglið í eini føroyskari kirkju, er Allen-orglið í Nes kirkju frá 1982, ið framvegis er í brúki nakrar ferðir um árið.
folkakirkjan.fo/Hilmar Jan Hansen
22. mars kl. 12:04

Nú vestmenningar hava skift sítt 30 ára gamla elekstroniska pípuorgul út við eitt nýggjari og enn meira framkomið, kann staðfestast, at tað kann bera til at fáa góðan sálmasang uttan at skula gera ta stóru og mangan ovurstóru íløgu, sum eitt veruligt pípuorgul kann vera.

Longu á vári í 1982 fekk Nes kirkja tað fyrsta elektroniska pípuorglið, sum kom í nakra kirkju í Føroyum. Tað var eitt amerikanskt Allen-orgul, ið var keypt frá Musikkhandlinum hjá Alfred Hansen, og hetta orgul avloysti eitt gamalt traðkiorgul, sum hevði verið frammanundan.

Elektroniska pípuorglið í Nes kirkju var í brúki til allar kirkjuligar tænastur har, til nýggja Fríðrikskirkjan varð vígd og tikin í brúk fyrsta sunnudag í advent í 1994. Framvegis er Allen-orglið tó at hoyra til gudstænasturnar biðikvøldini í føstu, fyrsta jólakvøld og gamlaárskvøld, og um fólk ynskja at hava eina kirkjuliga handling har.

Hevur verið nógv brúkt
Tað elektroniska pípuorglið, sum hevur verið longst í brúki innan kirkjugátt í Føroyum, er tað 30 ára gamla italska Viscount Grand Opera-orglið, sum nú hevur takkað fyri seg í Vestmanna kirkju. Tað varð vígt og tikið í brúk annan sunnudag í advent í 1995, eina viku áðrenn kirkjan fylti 100 ár.

– Gamla pípuorglið hjá okkum var næstan 80 ára gamalt og í so ringum standi, at eg at enda ikki kundi eg spæla upp á tað meira. Tá fór Marjun Bæk, sum var prestur hjá okkum, til Hans Jacob Joensen, bisp, og greiddi honum frá støðuni, sigur Erla Olsen, sum hevur spælt í Vestmanna síðani 1979 og til fyri ikki so langari tíð síðani.

– Endin var, at vit sluppu at keypa okkum eitt elektroniskt pípuorgul, sum hevur roynst okkum væl og eftir 30 ár við nógvum brúki nú er skift út. Vit skundaðu okkum tá at taka tað gamla orglið niður, og meðan vit bíðaðu eftir at fáa eitt nýtt orgul upp á loftið, sat eg til gudstænasturnar frammi í kór og spældi upp á eitt stovuorgul, eg hevði havt standandi í missiónshúsinum.

Nøkur orgul spæla sjálv
At elektronikkurin onkursvegna hevur fingið fótafesti í fleiri av kirkjunum, er ein sannroynd, nú eitt av elektronisku pípuorglunum verður skift út við eitt annað elektroniskt pípuorgul. Vestmenningar hava verið glaðir fyri sítt orgul øll hesi árini, og mikukvøldið gekk sjón fyri søgn, at tað nýggja er eitt uppaftur betri orgul.

Men í øðrum kirkjum hjálpir elektronikkurin sálmasanginum á annan hátt. Tann fyrsta kirkjan, ið gjørdi seg út, so undirspæl kundi vera til sálmasangin, hóast eingin organistur var tøkur, var kirkjan við Gjógv. Síðst í 90-unum fekk kirkjan sær útgerð, sum ein orgulansari kundi handfara, so orgulspæl allíkavæl kundi vera til gudstænastur og tað, sum hendir í kirkjuni.

Talan er um eitt Johannus-orgul, sum – eins og tað nýggja í Vestmanna – kemur úr Hollandi. Hans Erland í Brekkunum hevur innspælt nærum allar sálmarnar fyri góðum 30 árum síðani, og teir hevði Gjáar kirkja liggjandi á diskettu. Síðani var eitt Yamaha-tól sett til orglið, so tað kundi spæla hesar sálmar, so orgulansarin bara skuldi trýsta á ein knøtt fyri at seta teir í gongd.

 Vestmenningar hava í 30 ár havt gleði av sínum elektroniska Viscount-pípuorglið frá 1995, sum nú er skift út við eitt Content-orgul

Í Hvalvík hava tey eisini havt elektroniska útgerð til at kunna spæla sálmaløgini, tá ið eingin organistur hevur verið, og somuleiðis er í Saksun eitt Johannus-orgul, ið kann brúkast sum “sálmaavspælari”. Eisini í øðrum kirkjum, eitt nú í Skálavík, har tey ikki altíð hava organist, hava tey talgilda útgerð, men har brúka tey sálmasavnið hjá Kringvarpinum at hjálpa sær við sanginum.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45