Ongi úrslit

Petur er í skugganum

Hann var ætlaður at eiga stóran leiklut, men nú fer hann at sita millum áskoðararnar

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 11:12

Tá ið landsliðið í gjárkvøldi vandi á Tórsvølli, og hýrurin var heilt góður, sat álopsspælarin Petur Knudsen á áskoðaraplássunum. Hann var ætlaður at eiga stóran leiklut ímóti Gibraltar í kvøld, men soleiðis verður tað ikki. Í Georgia varð hann skiftur inn í 63. minutti, men átta minuttir seinni noyddist hann av aftur vøllinum, tí hann var skaddur:

-Eg leyp upp, og tá ið eg lendi aftur, hendi okkum við knænum. Enn veit eg ikki, hvat tað var, men pínan gjørdi, at tað ikki bar til at halda fram, og knæið hovnaði. Kanning í skannara fer at vísa, hvat tað snýr seg um, og vónandi verður tað ikki leingi, inntil eg aftur verði førur fyri at spæla, segði Petur Knudsen, meðan liðfelagarnir í gjárkvøldið dusaðu sær á vøllinum.

Higartil í ár hevur Petur Knudsen skorað 10 mál í landskappingini, og hann hevur lagt upp til níggju mál. Petur Knudsen hevur spælt 23 A-landsdystir og skorað eitt mál.

Jóan Símun Edmundsson avloysir Petur Knudsen í landsliðshópinum. Hinir báðir álopsspælararnir eru Páll A. Klettskarð og Patrik Johannesen.

Dysturin millum Føroyar og Gibraltar verður á Tórsvølli klokkan 19.45.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

Í gjár kl. 10:16