Ongi úrslit

Persónar luta út dollarar og keppar í Nuuk

Løgreglan í Nuuk hevur fingið eina fráboðan um persónar, ið luta út dollarar og keppar

Ragnar Sjúrðarson
14. januar kl. 19:20

Fleiri undrandi borgarar hava vent sær til grønlendska miðilin Sermitsiaq, ið hava sæð persónar, ið eftir øllum at døma eru amerikanarar, sum hava bankað á hurðar í privatum húsum fyri at luta út keppar, fløgg og og aðrar lutir. Teirra klæðir hava sama mynstur sum amerikanska flaggið, og teir tosað enskt við amerikanskari dialekt.

Persónarnir ganga runt við amerikanskum fløggum og plakatum av Donald Trump.

Hendingarnar í miðbýnum eru váttaðar av løgregluni:

-    Eg kann vátta, at vit hava fingið eina fráboðan um, at har verða lutaðir út amerikanskir dollarar og keppar í býnum, upplýsir vakthavandi Jeppe Andsager fyri Ritzau.

Fyribils fer løgreglan ikki at gera nakað við hendingina, men hendur tað aftur, fer løgreglan at seta seg í samband við persónarnar

-    So fara vit at vegleiða persónunum um at boða løgregluna frá, tí um teirra virksemi kemur undir mótmæli, so hava teir skyldu at boða okkum frá, sigur Jeppe Andsager.

Danski miðilin TV2 skrivar, at talan er um ávirkarar , ið nýta heitið 'Nelk Boys'. Teir hava lutað út pengar og spurt ungar grønlendarar “um tey ungu gleða seg at blíva amerikanarar”.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Eg vil við hesum koma við eini umbering

3 tímar síðan

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40

Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar.

8. mars kl. 20:55