Tað verður eingin skipan sett í gildið í Føroyum, har pengarnir skulu fylgja barninum, sum tað verður kallað. Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, at kommunur skulu fáa heimild til at geva foreldrum betri umstøður at vera heima hjá børnunum tá ið tey vóru smá.
Í hesum sambandi skulu kommunur fáa heimild at rinda foreldrum tað, sum eitt dagstovnapláss annars kostar, og so kunnu foreldrini brúka pengarnar til at skipa fyri síni egnu barnaansing, ella passa børnini sjálvi.
Men hetta verður ikki samtykt, tí samgongan sigur, at tey hava aðrar ætlanir á økinum.
Øll umboðini fyri samgonguna í Mentanarnevndina, er samd í, at børn og foreldur skulu hava umstøður at vera heima saman sum longst.
Men tey siga, at skipanin, vit brúka í Føroyum til hetta endamálið, er barsilsskipanin. Og hesi einastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at leingja barsilstíðarskeiðið, júst við tí endamáli at geva foreldrum og børnum møguleika at vera saman sum longst.
– Samgongan hevur sett sær fyri at bøta um møguleikar hjá foreldrum og børnum at vera saman í eitt longri tíð enn verandi barnsburðarskipan loyvir, sigur samgongan.
– Samstundis skal barnsburðarfarloyvið verða smidligari so at tað ber til hjá foreldrum at leggja barsilsstíðina til rættis eftir sum tey sjálvi halda vera best.
Sostatt er endamálið hjá samgonguni tað sama sum hjá Fólkaflokkinum, tey eru bara ósamd um mátan tað skal gerast upp á.
Tey í Sambandsflokkinum og í Fólkaflokkinum halda, at foreldur eiga at fáa størri frælsi at skipa sín gerandisdag, og hetta uppskotið er ein liður í hesum.
Líknandi skipanir eru galdandi í nøkrum av grannalondum okkara og tey vísa eisini á, at tey flestu, sum hava sagt sína hugsan um málið, halda, at sum støðan er nú, er tað ov tíðliga, at børnini fara á stovn.
Norðurlond - eisini Føroyar - teljast millum tey lond, har børnini fara heilt lítil á stovn. Tey allarflestu eru noydd at loypa í ”hamstarahjólið” rættiliga skjótt, tí fíggjarligu umstøðurnar loyva okkum ikki at verða heima í longri tíð enn barsilsfarloyvið loyvir, siga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin.
– Júst hetta er eitt uppskot sum hevði verið ein góð hjálp, siga tey.