Ongi úrslit

Pausur á arbeiðsplássinum ávirka heilsustøðuna rætta vegin

Tað vísir ein svensk gransking, sum er gjørd av heilsustarvsfólki

Dan Lamhauge
23. mai 2021 kl. 15:04

Lina Ejlertsson, doktari í fólkaheilsuvísindi við universitetið í Lund í Svøríki hevur kannað heilsustøðuna hjá starvsfólkunum í heilsuverkinum í Skáni í Svøríki. Meira enn 600 starvsfólk í 26 ymsum heilsudeplum vóru við í kanningini, bæði røktarstarvsfólk, læknar, sálarfrøðingar, terapeutar og skrivstovufólk. Tað, sum granskarin vildi vita, var, hvussu arbeiðsumhvørvið ávirkaði heilsustøðuna hjá ymsu starvsfólkabólkunum.

Niðurstøðan er greið. Ein góð pausumentan á arbeiðsplássinum er bæði góð fyri heilsustøðuna hjá starvsfólkunum og fyri arbeiðsumhvørvið sum heild.

-Royndirnar vísa, at har tiltøk verða sett í verk fyri, at arbeiðsfólkið kann steðga á fyri at savna seg í einum annars strongdum arbeiðsdegi, har trívast tey eisini betur, sigur Lina Ejlertsson við forskning.no

Onnur viðurskifti, sum skapa eitt gott arbeiðspláss, eru fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, felagsskapurin á arbeiðsplássinum og so tað, at ein megnar sína arbeiðsuppgávu.

Hon vísir á, at tá mest er at gera á arbeiðsplássinum og mest verður strongt á, tá er tørvurin á pausum eisini størstur. Tí eiga leiðarar og stjórar at skipa soleiðis fyri, at pausur eru lógligur partur av arbeiðsdegnum. Tað skapar eitt betri arbeiðsumhvørvi, betri samanhald millum starvsfólkið og í síðsta enda eisini eina betri heilsustøðu hjá øllum.

Kelda:forskning.no

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30