Sum vit skrivaðu í gjár, varð illa gitni umhvørvismaðurin, Paul Watson, handtikin í Grønlandi í Gjár. Og nú sigur Omar Todd, stjórin í umhvørvisfelagsskapinum hjá Paul Watson, at hann er varðhaldsfongslaður til 15. august.
Eftir at Paul Watson varð tveittur úr Sea Shepherd, hevur hann stovnað felagsskapin, Captain Paul Watson Foundation og tey hava ognað sær skipið, John Paul DeJoria.
Og tað var tá ið tey løgdu at í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk í gjáramorgun at bunkra, at løgreglan stóð fyri teimum og handtók Paul Watson.
Hann varð handtikin tí at Japan hevur eftirlýst hann altjóða, og seinnapartin í gjár varð hann førdur fyri rættin í Grønlandi við tí fyri eyga at fáa hann varðhaldsfongslaðan.
Og tað var dómarin samdur í og sostatt er Paul Watson varðhaldsfongslaður til 15. august.
Hesa tíðina skulu myndugleikarnir í Danmark so gera av um hann skal útflýggjast til rættarsókn í Japan. Í Japan er hann skuldsettur fyri at hava sett lív og heilsu á hvalaveiðumonnum í vanda.
Orsøkin til at hann varð varðhaldsfongslaður ímeðan málið verður kannað, var, at annars er vandi fyri at hann rýmir, tí tað hevur hann gjørt áður.
Omar todd sigur, at Paul Watson hevur skotið avgerðina um at varðhaldsfongslað hann, inn fyri landsrættin.