Ongi úrslit

Ken er givin í Vágum

Í 07 Vestur leita tey nú eftir nýggjum ungdómsvenjara

07 Vestur
23. juli kl. 14:40

07 Vestur skrivar soleiðis í dag:

Takk fyri innsatsin

Eftir knapt tvey ár sum ungdómsvenjari hjá 07 Vestur mugu vit siga farvæl við Ken Fagerberg.

Ken hevur verið okkum ein góður og kveikjandi venjari, ið hevur lagt lív og sál í at læra frá sær, og hevur í sínum yrki sett ein varða eftir seg í felagnum.

Ikki bara fótbóltsfakligt, men eisini tá talan er um gott lag, atburð og virðing. Tað hevur verið ein fragd at eygleitt hansara serligu evnir til at skapa ein virðiligan anda og gott samanhald millum børnini á vøllinum. Undir hansara leiðslu er limatalið økt, úrslitini vorðin betur og samanhaldið styrkt.

Hann hevur verið við til at ment tey ungu – sum fótbóltsleikarar og sum menniskju - og tað eru vit sera takksom fyri. Vit fara at sakna hansara blíða lyndi og eldhuga á Valloyruni og á Dungasandi.

Vit ynskja Ken alt tað besta á síni víðari leið og vóna, at vit einaferð aftur hittast á leikvøllum.

Felagið er farið undir at leita eftir nýggjum høvuðsungdómsvenjara, og vit tørv á at øll veita eina hjálpandi hond, soleiðis at okkara børn eisini fáa góðar venjingar í hesum tíðarskeiðnum, skrivar 07 Vestur í dag.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46