Hendingin hjá danska gjaldsfelagnum Nets leygardagin, spøkir enn.
Í morgun vaknaðu kundar hjá fleiri donskum bankum við boðum um, at peningur á kontu teirra møguliga er læstur, og tí ikki kann brúkast beint nú.
-Hetta er ein óheppin avleiðing av, at eingin atgongd var í nakrar tímar leygardagin, sigur tíðindastjórin hjá Nets, Søren Winge, við TV 2.
Trupulleikin rakar millum annað kundar hjá Danske Bank, sum mikumorgunin sendu boð til sínar kundar umvegis teirra netbanka og fartelefonbanka.
Trupulleikin við sperraðu upphæddunum á kontunum hjá dønum kom upp, um ein kundi royndi at gjalda við ávísum sløgum av debetkortum undir streymslitinum leygardagin.
Sjálvt um kortið varð noktað og peningurin ongantíð varð fluttur, so var tað framvegis tilskilað. Hetta merkir, at peningurin er sperraður á kontuni, til trupulleikin er loystur.