Ongi úrslit

Maður datt útav 'Preikestolen' í Norra

604 metrar eru niður í Lysefjord.

Jóhanna Højgaard
19. juli kl. 14:00

Kenda ferðamálið 'Preikestolen' (Prædikustólurin) í Rogalandi í Noregi, var stongt hósdagin.

Ein maður var dottin útav og tá hæddin er 604 metrar yvir Lysefjord, var eingin vón um at hann skal hava yvurlivað.

Umleið 100 fólk vóru eftir øllum at døma til staðar, tá hendingin fór fram tíðliga hósmorgunin.

Sambært løgregluni vóru nøkur fá av teimum vitni til hendingina.

Talan er um eina av kendastu fjallarutum í Noregi, og teinurin niðan er umleið átta kilometrar langur.

Vegna ringt veður bar ikki til at flúgva. Tí var løgreglan send upp til gongu.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46