Ongi úrslit

Paul Watson varð heldur ikki leyslatin í dag

Hann skal skal framhaldandi sita í varðhaldi í rúma tíð afturat

Áki Bertholdsen
4. sepember 2024 kl. 14:58

Tað er nú greitt, at Paul Watson skal verða sitandi í varðhaldinum í Grønlandi, í hvussu so er ein mánað afturat.

Tað er greitt, nú hann hevur verið í rættinum í Grønlandi í dag.

Hann varð handtikin 21. juni tí a Japan hevur eftirlýst hann altjóða, men enn er støða ikki tikin til umbønina úr Japan um at fáa hann útflýggjaðan.

Hann varð varðhaldsfongslaður til í morgin, men skuldi fyri rættin í dag at taka støðu til um hann skuldi leyslatast, ella verða sitandi í varðhaldinum.

Og niðurstøðan er, at hann skal verða sitandi til 2. oktobur. Grundgevingin er, at verður hann leyslatin, er vandi fyri at hann rýmir av landinum, áðrenn málið um at útflýggja hann, er avgreitt.

Avgerðin um at han skuldi verða sitandi í varðhaldinum, varð alt fyri eitt skotin inn fyri landsrættin, sigur grønlendski miðilin, Sermitsiaq.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26