Eftir at hann ferð eftir ferð varð vrakaður, segði Páll A. Klakkstein nei takk, tá ið Håkan Ericson ringdi til hansara fyri at fáa hann við, tá ið landsliðið í juni fór til Baltic Cup. 24. mars í fjør varð Páll skiftur inn, tá ið tað í EM undankappingardysti í Moldova endaði 1-1. Tríggjar dagar seinni taptu Føroyar 1-0 á útivølli ímóti Norðurmakedonia. Tá sat Páll á beinkinum alla tíðina, og tá ið Føroyar í juni í fjør taptu 3-0 ímóti Kekkia og 3-1 ímóti Albania á heimavølli, var Páll ikki í hópinum.
Tað var ikki brúk fyri honum, tí tað vóru aðrir álopsspælarar, sum vóru frammanfyri í røðini, segði venjarin, og síðani hevur Páll A. Klettskarð ikki verið á landsliðnum.
Håkan Ericson sendi boð eftir honum í juni, tá ið fleiri spælarar høvdu givið avboð, men tá bar KÍ framherjin seg undan. Hann kundi brúka tíðina til okkurt annað, segði hann, og tað var lætt at skilja tað soleiðis, at hann ikki dugdi at síggja, hví venjarin nú kundi hava álit á honum, tá ið hann ikki hevði havt tað í langa tíð.
Nú er venjarin skiftur út. Eyðun Klakstein og Atli Gregersen fara at hava ábyrgdina, tá ið landsliðið 14. og 17. november fer at spæla í ávikavíst Armenia og Norðurmakedonia, og um Páll A. Klettskarð verður boðsendur, so verður hann tøkur at spæla.
-Tað hevur altíð kenst at vera ein heiður at umboða Føroyar. Fyrrverandi venjarin gav greitt til kennar, at hann hevði aðrar betri skikkaðar álopsspælarar, og tað kundi eg sum spælari ikki annað enn taka til eftirtektar. Nú er talan um nýggja støðu, og um eg nú hevði fingið landsliðsboð, so hevði eg tikið av, sigur Páll A. Klettskarð.
Eyðun Klakstein veit so væl sum nakar annar, hvat Páll A. Klettskarð stendur fyri. Hann var í fleiri ár venjari hjá honum í barna- og ungdómsárunum í Klaksvík, og seinna partin av 2013 og so í 2014 var Eyðun KÍ venjari.
Í 2013 skoraði Páll A. Klettskarð 20 mál, meðan Klæmint A. Olsen var toppskjútti við 21 málum. Í 2014 skoraði Páll A. Klettskarð 12 mál. Tá var Klæmint A. Olsen toppskjútti við 22 málum.
Páll A. Klettskarð er 34 ára gamal, og tølini siga, at hann framvegis er væl fyri. Leygardagin skoraði hann eitt av málunum, tá ið KÍ vann 4-1 í Fuglafirði. Hann endaði ovast á máltindinum við 23 málum. So nógv mál hevur Páll A. Klettskarð ongantíð áður skorað í landskappingini í einum kappingarári.
Páll A. Klettskarð er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri at hava verið 14 ferðir á landsliðnum. Higartil hevur hann ongantíð verið málskjútti á landsliðnum.