Ongi úrslit

Pál spenti bogan og vann 2,2 mió krónur í Gekkinum

Fyrrverandi OL svimjarin vann 2,2 mió í Gekkinum í kvøld

Jonhard Hammer
17. oktober kl. 20:36

Hann hevur mangan havt knívin á barkanum, tá ið hann svam og tvær ferðir luttók í OL kappingini.

Nú eru fleiri ár síðani, at hann var kappsvimjari á hægsta støði.

Í kvøld sat hann heima hjá verforeldrunum á Tvøroyri saman við konuni og børnunum. Tey hugnaðu sær við at spæla við í Gekkinum, og eydnan var við Pál. Hann kom ígjøgnum í fjórða spæli, og harvið hevði hann møguleika at vinna 2,2 mió krónur.

Pengarnir vóru í gula leypinum, og Pál satsaði. Hann hevði møguleika at leggja 750 túsund krónur í tann gula, tann reyða og tann bláa leypin. Men Pál satsaði. Hann bað um, at nógvu pengarnir vóru í gula leypinum. Í fyrsta snari hevði hann møguleika at vinna 120 túsund krónur, men hann takkaði nei og snaraði einaferð aftrat.

Og so var tað, at hann endaði á gula leypinum og vann 2,2 mió krónur.

-Eg eri málleysur, og tað verður ikki fyrrenn um nakrar dagar, at hetta fer at ganga upp fyri mær. Konan sær ógvuliga fegin út, so kanska hon hevur fatað tað meiri, enn eg enn havi, hvussu heppin vit eru í kvøld, sigur Pál Joensen, sum lovaði vertinum at goyma vinnaraseðilin, inntil hann fer at fáa tær 2,2 mió fluttar – skattafrítt.

Næsta fríggjakvøld verður Gekkurin 100 túsund krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

9 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

Í gjár kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

7. desember kl. 09:38