Ongi úrslit

Oyggjaleikir 2027, fyrireiking og frælsur ítróttur

Oyggjaleikir verða aftur í Føroyum í 2027 og umfatandi fyrireikingar skulu fremjast.

Robert Vilhelmsen
29. oktober 2024 kl. 10:11

Føroyar vóru vertur fyri Oyggjaleikunum í 1989 og í hesum sambandi varð neyðugt at byggja eina breyt til frælsa ítrótt, sum bleiv  staðsett á Svangaskarði. Marathon var eisini við sum ítróttargrein og var tann fyrsta nakrantíð í Føroyum og ikki fyrrenn í 2003 gjørdist marathon eitt árligt afturvendandi tiltak – Tórshavn Marathon.

Neyðugt er, at allar ítróttagreinir, sum eru partur av Oyggjaleikunum, fáa nøktandi og varandi umstøður til sína ítróttagrein og hetta í góðari tíð innan leikirnar.

Tórshavnar kommuna hevur ein týðandi leiklut, saman við ávísa ítróttarfelagnum, í hesum fyrireikingum og hetta má verða ein av fremstu raðfestingunum  komandi valskeið.

Tórsbreyt varð bygd í 2008, aftaná sera drúgva viðgerð um staðsetingina, og frælsur ítróttur hevur síðan ment seg sera nógv. Tó eru umstøðurnar ikki nøktandi í mun til londini vit kappast við. Neyðugt er, at kunna venja alt árið og tí er eisini neyðugt við eini venjingarhøll við eini 200 metur breyt, sum er tætt knýtt at Tórsbreyt.

Vetrarhálvuna eru stórar avmarkingar vegna vánaligt veður og eisini ljósviðurskiftini eru út av lagi vánalig.

Longu í mai 2017 gjørdi sersambandi fyri frælsa ítrótt eisini vart við, at Tórsbreyt ikki er klár til møguligar Oyggjaleikir í  2027 og nú 7 ár seinni er enn onki hent.

Um Føroyar skulu gera seg galdandi innan frælsa ítrótt, á jøvnum føti við hini Oyggjaleikalondini, má ein ítøkilig raðfesting gerast beinanvegin í komandi valskeiðið.

Vilt tú hava eina skjóta og góða loysn á fyrireikingunum til Oyggjaleikir 2027?

Set X við Robert á lista C Javnaðarflokkurin – Vit fremja úrslit!

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41