Í løtuni er hann fyrst og fremst landsliðsleikari, sum hugsavnar seg um uppgávuna at umboða føroyskt badminton saman við hinum níggju leikarunum á Oyggjaleikunum á Guernsey. Yngru leikararnir í HBF tosa einamest føroyskt við Wong, tí hann ynskir at læra málið at kenna, sum hann eisini hevur lært seg á kvøldskúla. Í summar eru fýra ár liðin síðani Wong flutti til Føroya.
Tað eru heldur ikki hissini badmintonroyndir, sum tá 25 ára gamli Wong hevði við sær til Føroya við komu í 2019. Í badminton verður kappingin Sudirman vanliga nevnd heimsmeistaraskapið fyri lið, og spurdur um besta úrslit hansara, vísir Wong á, at hann í 2015 saman við sínum liðfeløgum frá Malaysia kom í fjórðingsfinaluna í Sudirman heimsmeistaraskapinum fyri lið. Soleiðis var Wong einaferð nummar 38 í blandaðum tvímansleiki hjá Badminton World Federation. Tað er soleiðis ein fyrrverandi Topp 50 leikari, sum verður við føroyska landsliðnum á Guernsey.
Í Føroyum hevur Wong eisini gjørt vart við sum leikari í ár, tí til Kontrast FM fyrr í ár gjørdist hann saman við Akseli Poulsen føroyameistari í tvímansleiki.
Hvørjar væntanir hevur Wong til oyggjaleikirnar á Guernsey?
“Eg veit ikki, hvat vit kunnu væntað av hinum liðunum á Guernsey, men persónliga vænti eg, at okkara góða lið kemur í finaluna í liðkappingini, meðan eg sjálvur fari eftir gullheiðursmerki í míni kapping.”
Fram ímóti oyggjaleikunum venur Wong vanliga badminton fýra ferðir um vikuna og styrki tvær ferðir vikuliga.
Hvat gleðir Wong seg mest til á Guernsey?
“At sleppa at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Guernsey fyri fyrstu ferð er nakað heilt serstakt, og eg gleði meg sera nógv at røkka góðum úrslitum fyri landið og fáa nýggjar royndir.”
Fyrr í ár luttók Wong í eini verkstovu í Hugskotinum um hugskotsmenning í ferðavinnuni. Í tí sambandi hevur Wong tikið stig til at fara undir ferðavinnuvirksemi.
Hvussu gongur við tínum virksemi í ferðavinnuni?
“Eg havi nú búð í Føroyum í skjótt fýra ár, har eg veruliga eri fallin fyri mentanini, fólkinum og náttúruni. Tí eri eg byrjaður at arbeiða sum ferðaleiðari í míni frítíð fyri fyritøkuna W8 Travel. Hetta er málrættað til kinversk ferðafólk, tá eg tosi flótandi mandarin, soleiðis at tey eisini kunnu fáa eina góða uppliving av Føroyum saman við einum, sum kennur bæði tí føroysku og tí asiatisku mentanina, umframt málini.”