Hvussu kann eitt bryggjarí gerast karmur um mentan, felagsskap og upplivingar?
Tað verður millum evnini á Vinnuforum 2025, har Óli Restorff Hansen, stjóri á OY, fer at greiða frá ferðini hjá bryggjarínum og arbeiðinum at byggja upp eina nýggja fyritøku frá grundini.
OY, sum heldur til á Hálsi í Havn, er nógv meira enn eitt vanligt bryggjarí. Her verða øl, matur og tónleikur sameinað undir einum og sama taki. Hølini eru rá og industriell, men samstundis er stemningurin hugnaligur og innbjóðandi.
OY hevur síðani stovnanina í 2020 víst, at eitt bryggjarí kann vera meira enn framleiðsla – tað kann eisini vera eitt savningarstað og ein mentanarligur miðdepil, har fólk hittast og uppliva nakað serføroyskt.
Á Vinnuforum 2025 fer Óli Restorff Hansen at greiða frá teimum royndum og avbjóðingum, sum fylgja við, tá ein byggir eina fyritøku upp frá grundini, og hvussu OY eftir fáum árum hevur megnað at skapað eitt sterkt og nútímans føroyskt vørumerki.
Vinnuforum 2025, sum verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 10. oktober kl. 13:00–15:30, samlar á hvørjum ári íverksetarar, vinnulívsfólk, myndugleikar, og áhugaði til íblástur, orðaskifti og netverkan. Í ár verður serligur dentur lagdur á nýskapan, samstarv og kveikjandi søgur úr føroysku vinnuni.
Tiltakið er ókeypis, og tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið, sum skipa fyri.
Les meira og melda til á: www.hugskotid.fo/events/vinnuforum