Hann er fyrrverandi B68 venjari, og hann er fyrrverandi B68 spælari. Tá ið B68 í 1995 fyri fyrstu og higartil einastu ferð var í finaluni, var Øssur Hansen liðformaður. Ta ferðina tapti B68 3-1, eftir at HB eina løtu var frammanfyri 3-0.
-B68 liðið, sum nú fer á vøllin, hevur betri møguleika at vinna ímóti HB, enn B68 liðið í 1995 hevði. Tað eru fleiri dygdir á liðnum nú, enn tað vóru á liðnum hjá okkum í 1995, sigur Øssur Hansen, sum roknar við, at støðan eftir vanliga leiktíð verður javnleikur:
-Eg rokni við, at tað fer at enda 2-2, og so verður neyðugt við longdari leiktíð. So verður spurningurin, hvønn veg tað fer at koppa, men eg vóni, at tað fer at koppa mínum barndómsfelagi til fyrimunar. Eg havi spælt við B68 og vant B68, og vit búgva á Toftum, og tí sigur tað seg sjálvt, at vit taka á við B68, sigur Øssur Hansen
Síðsta kappingarár vandi Øssur Hansen næstbesta liðið hjá B36. Um B68 vinnur í dag, so sleppur B36 ikki upp í part í Europa í 2024. Um HB vinnur, so fær B36 atgongumerki at spæla í Europa á sumri í 2024.