Ongi úrslit

Øssur flytur upp saman við AB

Eisini tvey tey næstu árini verður tað Øssur Hansen, sum fer at halda um stýrisvølin á Argjum

Argja Bóltfelag
7. oktober kl. 21:33

Í kvøld kann AB kunngera tey gleðiligu tíðindini, at høvuðsvenjari okkara, 54 ára gamli Øssur Hansen, hevur longt sáttmálan við Argja Bóltfelag. Nýggi sáttmálin er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini, 2026 og 2027.

Øssur byrjaði sum høvuðsvenjari hjá AB undan kappingarárinum 2024, tá ið AB júst var flutt niður úr Betrideildini. Eitt nýtt lið skuldi byggjast upp í 1. deild, og tað var samstundis ynskið hjá felagnum, at fleiri lokalir spælarar skuldu fáa ein størri leiklut á besta mansliðnum. Málið var at flyta upp beinanvegin, tí AB er eitt felag, ið sær seg sjálvt heimahoyrandi í bestu deildini.

Í 2024 restaðu fimm stig í fyri at flyta upp, men menningin hjá fleiri av okkara egnu leikarum var eyðsýnd, og tí fóru báðir partar við góðum treysti undir kappingarárið 2025. Og í ár kann ikki sigast annað enn, at væl er komið burturúr hjá Øssuri.

Uppflytingin er tryggjað longu tvey umfør áðrenn kappingin er endað, AB hevur sligið sítt egna stigamet í 1. deild og framvegis er ein møguleiki fyri at vinna deildina. Harafturat leiddi Øssur okkara 1. deildarlið langt í steypakappingini, har Betrideildarfeløgini, FC Suðuroy og EB/Streymur, bæði vórðu útsligin, áðrenn nýklakti føroyarameistarin, KÍ, gjørdist ein ov stórur biti í hálvfinaluni.

Øssur er ein sera arbeiðssamur og nærlagdur venjari, sum leggur nógva tíð og og orku í venjarayrkið. Hann er væl lýddur millum okkum á Argjum, og vit eru ikki í iva um, at AB í Betrideildini 2026 er í sera góðum hondum við landsliðslegenduni av Toftum á síðulinjuni.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03