Ongi úrslit

Orgulvígsla og konsert í Vestmanna

Hetta nýggja talgilda orglið er tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum

© Mynd: Hilmar Jan Hansen
Gerwin Boswijk spældi upp á nýggja Content-orglið í Vestmanna kirkju mikukvøldið, og eitt nú spældi hann hollendska tjóðsangin, ið hondbóltshugaðir vestmenningar sjálvandi kendu aftur
folkakirkjan.fo/Hilmar Jan Hansen
22. mars kl. 11:34

Mikukvøldið var Vestmanna kirkja mestsum fullsett, tá ið nýggja elektroniska pípuorglið varð vígt, samstundis sum annar av hollendingunum, sum hevur sett tað upp og tilpassað tað rúminum, hevði eina orgulkonsert, sum við varierandi ljóði og orgulstykkjum vísti, hvussu orglið kann ljóða.

– Vit hava sæð nógv fram til at fáa hetta nýggja talgilda orglið tikið í brúk, sum er tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Hetta er spennandi, og tað er stuttligt at síggja, at so mong eru komin higar í kvøld, segði Maria Sommers Nolsøe, prestur, áðrenn hon av kórsgáttini vígdi orglið.

– Ljóðið í orglinum byggir á upptøkur av ymiskum orglum í fleiri kirkjum, og møguleikarnir eru óendaligir. So tað er bara hugflogið hjá organistinum, ið setur mark fyri, hvussu tað ljóðar.

Tveir hollendingar, Gerwin Boswijk og Silvan Hardeman, høvdu síðani mánadagin arbeitt við at seta orglið upp og gera neyðugu innstillingarnar, so tað hóskar best møguligt til kirkjurúmið, tað nú stendur í. Av tí at øll ljóðini eru verulig, kundu teir enntá intonerað orglið júst sum eitt pípuorgul.

 Vestmenna kirkja var mestsum fullsett, nú nýggja elektroniska pípuorglið varð vígt og tikið í brúk fyri eini góðari og fjølbroyttari orgulkonsert, ið fekk víst, hvør dugur er í nýggja orglinum

Deiliga heitt ljóð
Í kirkjuni hetta kvøldið høvdu teir býtt uppgávurnar ímillum sín soleiðis, at Gerwin Boswijk skuldi spæla eina konsert á orglinum, sum umboðaði tónleik og orgulljóð úr ymsum tíðarskeiðum, tí har var barokktónleikur, romantiskur tónleikur og bæði klassiskur og meira nútímans orgultónleikur at hoyra.

Tilsamans vórðu spæld 16 verk, ið av góðum grundum mest vóru av styttri slagi, og so væl royndust bæði orgul og organistur, at tú nóg illa gavst tær far um, at gott og væl fimm korter vóru farin, tá ið alt var liðugt. Hin hollendingurin, Silvan Hardeman, tók sær av at kunna um tað, ið varð spælt, umframt at hann fortaldi ymiskt um Content Chapel 346-orglið, at tað tilsamans hevur 46 røddir.

– Eg haldi, at tað ljóðar ordiliga gott og minnir nógv um eitt veruligt pípuorgul. Tað hevur ikki henda kalda tónan, sum elektronisk pípuorgul ofta hava, men eitt deiliga heitt ljóð, sigur Ólavur Jacobsen, sum hevur spælt í Vestmanna síðani 2020, og ein stóran part av tíðini mestsum hevur verið einsamallur orgulspælari har.

Eisini Erla Olsen, sum í næstan 45 ár spældi í Vestmanna, var nøgd við ljóðið á nýggja orglinum, sum nú avloysir Viscount-orglið, ið hon hevur spælt uppá í næstan 30 ár. – Tað er líka við, at eg fái hug til at fara at venja aftur, sigur hon við einum smíli.

Content hevði munin
Content er ein hollendskur orgulframleiðari, sum hevur meira enn 40 ár á baki, og hóast fleiri onnur merki vóru upp á tal, gjørdist tað at enda eingin ivi um, at nýggja orglið í Vestmanna skuldi vera eitt Content, og tað mundu tey eisini vera sera fegin um, nú tey umsíðir sluppu at hoyra tað fyri fullum útblástri mikukvøldið.

– Eg veit, at Ólavur hevði verið ymsastaðni í landinum og lurtað eftir og roynt elektronisk pípuorgul, men tá ið hann kom at royna orglið, eg havi standandi heima hjá mær sjálvum, hugsi eg, at hann hevði funnið tað, hann leitaði eftir, sigur Jan Terje Edmundsson á Signabø, ið hevur eitt Content Cambiare-orgul og er eitt slag av umboðsmanni fyri Content í Føroyum.

 Silvan Hardeman, ið her situr við orglið, var frásøgumaður á konsertini og greiddi bæði frá tónleikinum og sjálvum orglinum (Mynd: Ólavur Jacobsen)

 

– Tað endaði so við, at vit báðir fóru til Hollands í tríggjar dagar saman við kirkjuráðsformanninum í Vestmanna, Jóan Magnusi Olsen. Har vístu teir okkum eitt Chapel-orgul av júst hesum slagnum, sum vestmenningar nú hava fingið, og har hevur tað longu víst seg í verki, at Content-fólkini sleppa tær ikki, fyrr enn alt er komið upp á pláss, og tey læra fegin frá sær.

Lítil ivi man vera um, at nýggja elektroniska pípuorglið fer at tæna kirkjuliðnum eins væl og 30 ára gamla Viscount-orglið. Ólavur Jacobsen sigur, at tað riggar enn, men hevur fingið einar tvær umvælingar, ið hava víst, at stundin var komin til at lata eitt nýtt orgul sleppa at lívga sálmasangin í Vestmanna.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45