Ongi úrslit

Ongin Robin Hood í Sambandinum

Bjarni Hammer, valevni fyri Javnaðarflokkin
3 tímar síðan

Sambandsflokkurin ætlar nú, í fullum álvara og á alljósum degi, at tøma Barsilsgrunnin við at lata heilt upp til 60.000 kr. um mánaðin til tey allar allar ríkastu!

Hetta hendir, samstundis onki verður lovað til tey nógvu, sum nærum onki fáa, tá hesi noyðast í barsil.

Millum hesi, ið nærum einki fáa, finna vit t.d. øll tey við lágum inntøkum, eitt nú tey sum eru lesandi, tey við skerdum arbeiðsførleikum o.s.fr.

Okur í Javnaðarflokkinum fara at leggja ein botn í Barsilsskipanina; soleiðis, at tey, sum hava lágar inntøkur, koma at fáa min. 15.000,- um mánaðin, tá hesi fara í barsil.

Barsilsskipanin skal ikki verða ein framíhjárættur hjá teimum, ið eru fíggjarliga best fyri.

Øll skulu við!

Harumframt koma øll at fáa eina eingangsupphædd á 25.000,- fyri fyrsta barnið og 15.000,- seinna o.s.fr.

Sum um hetta ætlaða ránið ikki var nóg mikið, nei, so tekur Sambandsflokkurin gudhjálpitúmær eisini pensjónina við í skjáttuna.

Nú ætla tey at gera tað møguligt, at brúka helvtina av 10ára uppspardu pensjónini til húsakeyp.

Har er á at líta, eingi mørk fyri, hvussu Sambandsflokkurin soleiðis gamblar við framtíðini hjá føroyingum. Latið pensjónina fáa frið.

Hetta líkist meira tí umvenda Robin Hood, har tikið verður frá tí minni múgvandi og latið til tey, ið frammanundan hava stórar inntøkur.

Larmandi tøgn er eisini um Suðuroyartunnellina í valskránni - null og nada!

Javnaðarflokkurin er tann einasti flokkurin, sum stendur samlaður um Suðuroyartunnellina.

X við C  - X við Bjarna Hammer

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01