Ongi úrslit

Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar. Tey vóru hetjur.

Sonja Petersen, valevni fyri Sambandsflokkin
4 tímar síðan

Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar. Tey vóru hetjur. Vit hava í eina tíð hoyrt um okkara eldru, har fleiri hava tikið til, at tey eru ein byrða. Hettar haldi eg ikki er hóskandi.

Vit eiga at tosa okkara eldru upp, ikki niður. Tey hava alt sítt lív arbeitt og syrgt fyri sínum og nú skulu vit vera har fyri tey.

Vit mangla hendur á røktarheimunum, og har mugu vit gera okkurt alvorligt her og nú fyri at fáa fólk at velja eldrarøktina til. 

Sambandsflokkurin hevur eitt boð, sum møguliga kann gera mun, men óansæð hvat skal til, so má man handla her og nú. Annars endar tað við, at okkara eldru skulu ansast av fólki, sum ikki kenna til føroyska málið og mentanina. Tað er ikki virðiligt at sita á ellisheimi og ikki fáa tað neyðugu samrøðuna og nærleikan, sum bert ein føroyskur uppvøkstur kann geva.

Fjarlestur er byrjaður á heilsuskúlanum, og tað mugu vit styrkja meira, soleiðis at øll, sum velja eldrarøktina til, geva bestu tænastuna sum borgarin hevur rætt til at fáa.

Hettar er nakað, sum eg vil gera mítt besta fyri at koma á mál við, um eg verið vald.

X við Sonju

X við Sambandsflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34