Ongi úrslit

OM Føroyar sett nýggjan dagligan leiðara

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
15 tímar síðan

1. juni 2025 varð Margareth D. Djurhuus sett sum nýggjur landsleiðari eftir Danjal av Rana, sum hevur sitið sum leiðari seinastu 6 árini.

Vit takka Danjali fyri hansara eldhuga og trúfesti í leiðsluni. Arbeiðið, ið hann og onnur við honum, hava gjørt, leggur lunnar undir víðari virksemi.

Margareth tekur við leiðsluni sum einasta starvsfólk hjá OM Føroyum. Arbeiðið heldur áfram – og tað er stórur tørvur á fólki, sum vilja bera arbeiðið víðari. Tørvur er m.a. á hjálp til:
• Bókhald v.m.
• Samskifti á sosialum miðlum og heimasíðu
• Hirðarøkt og samband við samkomur og stuðlar
• Skrivstovuarbeiði og praktiskar uppgávur

Kundi tú hugsað tær at vita meir ella stuðla – við tíni tíð og evnum – ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við Margareth á telefon 219923 ella á [email protected].

Vit gleða okkum til tað, sum Gud fer at gera í hesum skifti, og biðja um forbøn fyri Margareth og arbeiðinum frameftir.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

3. juni kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

4. juni kl. 17:00

Læknar vilja hava felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna

4. juni kl. 08:56

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

8 tímar síðan