Verður Teistin tikin frá nólsoyingum og settur á kalsoyarsiglingini, fer tað at elva til misnøgd allastaðni.
Tað heldur Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður fyri Framsókn.
Strandferðslan ætlar at flyta Teistan úr nólsoyarsiglingini og seta hann inn í siglingina upp á Kalsoynna. Afturfyri skulu nólsoyingar fáa Ternuna aftur, sum nú er til avlops.
Strandferðslan hevur áður sagt, at Ternan kann ikki setast inn á kalsoyarsiglingina tí hon hevur ov lítla maskinorku, men hon riggar væl til nólsoyarsiglingina, sum hon áður hevur røkt í fleiri ár.
Endamálið við hesum broytingum er at taka Sam úr kalsoyarsiglingini fyri at hann kann verða farmaskip burtur av, serliga til útoyggjarnar. Tað er bara Sam, sum kann brúkast til ta, tí hann hevur opið dekk.
Løgtingsmaðurin fyri Framsókn hevur fleiri ferðir roynt at tosa Strandferðsluna, og landsstýrismannin í samferðslumálum, frá hesi ætlanini - og nú roynir hann enn eina ferð.
Tí spyr hann nú Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum um hendan ætlanin enn stendur við.
Hann vísir á, at kalsoyingar eru ikki so glaðir fyri hetta, tí tað fer at skapa ferðsluruðuleika í Kalsoynni við tað, at Teistin tekur nógv fleiri ferðafólk, og nógv fleiri bilar, enn Sam.
– Og nólsoyingar eru aldeilis ikki glaðir fyri hetta, tí tað hevur stóra ávirkan á trivnaðin, rættvísi og rímiligheit hjá nólsoyingum, leggur Karlot Heirgeirsson, sum sjálvur er nólsoyingur, afturat.
Flytur Strandferðslan Teistan norður í Kalsoynna, verða fólk misnøgd. Tað verður eingin vinnari, bara taparar, sigur hann.
Tað liggur í kortunum, at nýggj ferja skal smíðast til kalsoyarsiglingina og gongst sum ætlað, verður hon liðug um eitt gott ár.
Karlot Heirgeirsson hevur áður gjørt greitt, at hann góðtekur ikki, at kalsoyingar bæði fáa tað fyrstu, nýggu, ferjuna, og ímeðan teir bíða, skulu teir eisini hava tað nýggjasta skipið hjá Strandferðsluni, ímeðan nólsoyingar bara standa eftir við gomlum skipum.
Hann vísir somuleiðis á, at nýggja bíleggingarskipanin hjá Strandferðsluni er ikki serliga brúkaravinarlig hjá pendlarum, altso hjá teimum, sum ferðast aftur og fram í samband við arbeiði.
– Nú er skjótt eitt hálvt ár síðani nýggja skipanin kom, og tá varð sagt, at arbeitt varð við eini loysn til pendlarar, soleiðis at tað var nemmari hjá teimum at brúka skipanina, sigur Karlot Heirgeirsson.
Tí vil hann eisini hava at vita, hvussu gongur við tí.