Ongi úrslit

Øll hava fingið hægri inntøkur higartil í ár

Áki Bertholdsen
4. sepember kl. 07:43

Tað gongur væl í Føroyum, og tað sæst eisini aftur í almennu pengakassunum. Arbeiðið er til allar hendur, og lønirnar eru hækkaðar - og tað sæst aftur í landskassanum og kommunukassunum.

Ein uppgerð hjá Taks vísir nevniliga, at hesar fyrstu átta mánaðirnar í ár, hava bæði landskassin og kommunukassarnir kring landið, fingið meiri inn í skatti enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Støðan er enntá tann, at tað er eingin kommuna kring landið, sum ikki hevur fingið meiri inn í skatti í ár enn í fjør.

Uppgerðin vísir, at higartil í ár hava kommunurnar fingið slakar ein milliard og 760 milliónir inn í skatti. Tað eru 118 milliónir, ella 7,18 prosent meiri enn í fjør.

Samstundis hevur landskassin eisini fingið eina milliard og 440 milliónir inn í skatti. Tað eru slakar 71millióni, ella 5,2 prosent, meiri enn í fjør.

Eitt,  sum loypur í eyguni, er, at tær tríggjar kommunurnar í Sandoynni, Skopun, Skálavík og Húsavík, hava fingið ímillum 17 og 28 prosent meiri enn í skatti. Tað hevur eisini gingið væl á Sandi, um ikki heilt so væl, tí sandingar fingi sløk 10 prosent meiri inn í skatti.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39