Ongi úrslit

Øksin gloymir...men træið gloymir aldrin...

Carl Jóhan Jensen
7 tímar síðan

…hmm…so var vápnahvíld aftur í Gasa…enn ein skái í einum meira enn aldarlongum stríði um Palestina…útlitini fyri varandi friði…sum er… tó bæði óviss og smá…enn mugu palestinsk rættindi víkja fyri teirri niðursetuvaldsins sjálvrættvísi, sum Ísrael…tíverri…er ímyndin av…íðan eisini grundað… sum eitt nú Rhodesia á sinni har suðuri í Afrika…á ta mýtuna, at í Palestina fann eitt fólk við ongum landi eitt land við ongum fólki…

…øksin gloymir…men træið gloymir aldrin, sigur eitt miðeysturlendskt orðatak…og tað man eisini fara vera galdandi nú…

…heldur vápnahvíldin…vanvar sum hon er…so leingi, at vesturlendskir miðlar heftast burtur av øðrum, fer fólkamorðið í Gasa skjótt at viskast burtur úr almenningsminninum…rótin stríðið veksur av  at kámast… øll søgan um landtøkuna  og tað  burturtrokaða… nú nær um rættindaleysa palestinska fólkið…og ikki síðst tann drúgvi og lítið smikrandi táttur bretar og aðrar vesturlendskar tjóðir við teimum eiga í teirri søguni…ja, alt fer tað gloymast…yvirgangurin, blóðsúthellingarnar, sorlaðu býirnir…gloymast til vit…onkran ókomnan sjeynda oktober…aftur vakna við ófrættir úr tí heilaga landinum…sokallaða…

…men ein er, sum ikki vil lata teg gloyma…og tað er tjúgu ára gamla skaldið Batool Abu Akleen…hon er fødd og uppvaksin í Gasabýi…elst av fimm systkjunum…foreldrini væl útbúgvin…pápin løgfrøðingur…mamman byggitøkningur…

…Batool las enskar bókmentir og týðingarfrøði á Islamska universitetinum í Gasa…nústani farin undir annað árið í lestrinum… tá Hamas framdi sítt yvirgangsálop sjeynda oktober tjúgu trý…

…„Áðrenn fólkamorðið“,  sigur Batool í einum viðtali við The Guardian farna vikuskifti, „var eg ein forkelað genta, sum altíð gramdi seg. Men best sum var, mátti eg bara renna fyri lívinum.“ …

…og tað er ikki av ongum hon sigur so…omma hennara var myrd í einum rakettálopi á húsini hjá syni sínum…abbin á einum sjúkrahúsi, ið varð bumbað…og í viðtalinum við The Guardian greiðir Batool frá, at uttanfyri hjá teimum í Gasa býi raktu tvær rakettir ein mann á gøtuni…„Vit hoyrdu eina konu skríggja, men tordu ikki at hyggja út at vita, hvat var hent. Einki telefonsamband fekst. Eingin sjúkrabilur kom. Mamma segði: Nei, nú rýma vit hiðani. Men rýma hvagar? Vit høvdu ongastaðni at fara.“ …

…Yrkingar eftir Batool hava staðið í tíðarritum og tekstasavnum, síðan hon einans fimtan ára gomul vann eina altjóða yrkingarkapping… í september gav forlagið Tenement Press út eitt tvímælt savn av yrkingum hennara…savnið kallast 48 kg…men tað er tað, sum skaldið sjálv vigar…og hvør yrking hevur eitt kilotal frá átta og fjøruti niður í eitt…tí sum Batool sigur í viðtalinum við The Guardian… „Yrkingarnar eru partar av mínum holdi“…

…tittilin sipar sostatt partvíst til óttan, skaldið ber fyri at verða fillað sundur sum so mong túsund onnur…partvíst til tær skræðingar sinn og sál mugu tola í tí helviti  fólkamorðið hevur gjørt um seg í Gasa…

…yrkingarnar eru til vitnis um tað sum hendir, fanansskapin har suðuri, skrivar enski høvundurin og ummælarin Max Porter um bókina…hann sigur seg ongantíð…síðan hann las Onnu Akhmatovu…hava lisið eitt skald, ið so avgerandi knýtir kríggj og kropp saman…burtur úr ræðuleikunum skapa yrkingarnar eina øðrvísi vídd av bókmentaligari fynd…tær eru gaman í um eld og ilsku, dráp og svølt, men eisini um tað vakra, um vit og víðskygni, góðsku og longsul…

…Batool hevur sjálv týtt  yrkingarnar…hon er tað stinn í enskum, hóast hon ongantíð er sloppin tvøran fótin úr Gasa…summar eru tó týddar í samstarvi við onnur…niðanfyri standa sjey av hesum yrkingunum, sum eg hesar seinastu dagarnar…av ovurhuga kanska…havi týtt…umframt eitt stutt formæli hjá skaldinum til bókina…

 ÚR 48 KG…:

Formæli

Um tað mundið hetta savnið varð til, hevði eg í fleiri mánaðir sýtt fyri at seta orð á blað, helt ikki skaldskap kunna broyta heimin. Men samrøður við vinir og útgevaran sannførdu meg um, at eg kravdi at geva kenslunum skap til at skilja tær. At skriva á arabiskum snúði seg um framseting og form, men sjálv at týða tekstirnar um at fata. Á arabiskum misti eg meg sjálva burtur; eg ræddist fyri at doyggja, at kroppurin á mær skuldi pettast sundur og eingin hava minni til at leita hann saman aftur…Men tá eg fór undir at týða hesa bókina, sætti eg meg við deyðan.

Alt eg royndi at finna meg kropsliga – alt eg vildi missa meg burtur í skuldarkenslum, í samhuga og í vreiði, alt eg góðtók, eg ikki var før fyri at steðga hesum fólkamorðinum – mátti eg kortini yrkja hesar yrkingarnar, við týðing líma tær saman og heingja til sýnis.

            Í hesi bók eru savnaðir teir partarnir av mær, eg havi leitað saman,  um so skuldi verið at eingin annar kann gera tað, verði eg dripin.

Abu Akleen, MMXXV

48 kg    Leikurin um lívið

Í leikinum           er eykaleikarin ein fiskur í einum vatni av harmi

Hann teskar –

Lær innantanna –

                        Hetjan er ein fiskur í einum vatni av harmi

Hann flennir hart

39 kg  Eg ynski mær eina grøv

Eg ynski mær eina grøv við steini úr marmara

At míni kæru vatna

Og leggja rósur á hana

At tey gráta tá saknurin stingur í eyguni

Men at tárini ikki lukkast 

At gera meg kedda

Eg ynski mær eina grøv onkustaðni fyri meg sjálva

Har vinir koma at tosa við meg

So at eg eina seinastu ferð

Sleppi at vera eitt fólk aftur

Eg ynski mær eina grøv sum ikki grannar til aðrar

So unnustin kann planta eitt træ, ið blomstrar pappírsblomstur

Og  skýlir mær fyri sólini um summarið

Ger mær ein viólreyðan kjóla um várið

Og letur følnað bløð legna seg um meg sum eitt fjálgt teppi

Um veturin

Eg ynski mær eina grøv í einum kirkjugarði

Har allir grannarnir eru fólk, sum høvdu gleði av lívinum

Ballaðu seg inn í tað

Og at enda mussaðu tað á kjálkan

Áðrenn tey andaðust

Eg ynski mær eina grøv

Vil ikki at líkið av mær

Skal liggja úti á gøtuni

Og rotna

35 kg  Livið í helviti

Harragud, so gott hann sær út,

Tey bláu eyguni

Og húðin ljós

Brosið  breitt

Og so langur eisini

Herbúnin  ger hann mansligan.

Men sum hann nærkaðist

Sá eg tað betur

Havið í eygunum var havið hann stjól frá mær

Og tað ljósa dæmið úr dreymum hjá børnum, hann drap

Brosið er tað mamma mín brosaði,  húsvill og eingin

            Tá heimið var javnað við jørðina.

Longdina fekk hann frá pálmatrøum, hann feldi,

Búnin bert til at rættvísgera okkara úthelta blóð,

Og nú sæst hann á sjónvarpsskíggjum,

Mjúk orð fløða frá honum skjótari enn barnasálir

verða floyttar til himmals

Hyggjarar klappa fyri hirðanum, sum verjir tjóðina

            fyri steinum tá teir koma syngjandi úr húsunum hjá mammu

            fyri fostrunum, ið hanga og lava undan kvinnum,

            hann gjørdi av við.

Og nú brosar hann aftur,

Eitt bros hann beint nú stjól av øðrum munni.

Harra gud,

sum hann sær gott út,

nei, eingin livir betur enn hann

í Helviti.

34 kg  Likka

Tá eg sá eg var hvít, visti eg, eg var ein likka

Men tá eg vildi taka meg á veingirnar

Dovnaðu teir

Eg segði eg kundi ganga á sjónum

Um hann gavst at vera bangin

Eg steig mín váta fót á sjógvin

Eg svølgdi ein fisk

Hann hvepist við

Og ýldi

So tað skar í oyruni

Knappliga

Bráðnaði kroppurin á mær

Og fór at drukna

Eg hugdi at veingjunum

Men sá teir ikki

Fiskurin eg helt meg hava svølgt

Svam innan í mær

Veingirnir á mær bara ein alda

Luftin um meg bara sjógvur

Tann hvíti liturin á mær bara skúm

26 kg   Lusifer

Óttin situr og hýkur í búkinum

Hvørja ferð eg fylli uppíaftur við tí

Hann longu hevur súlundað

Eg klesji í meg

Grammari enn nakrantíð

Óttin trilkast

Og elur fram hungur størri enn meg

Størri enn hann sjálvan

Hungurin breiðir seg út í hvørja kyknu

Eg tyngist nøkur kilo

Buksurnar stramma

Enn eri eg ráðaleys

Veit ikki hvussu eg skal stilla hann

27 kg  Veikleiki

Eg toli ikki veikleikan í mær, Harri

Sinnið kvíðir fyri at bera steinar

Ella byttur av søltum vatni

Ella sekkir av UNWRA-stuðlaðum mjøli

Ella tey pundini av rísi, vit keypa, tí vit óttast at svølta

Tað kvíðir fyri at  glepsa, tá onkur smoyggir seg fram um meg inn á vesið

Kvíðir fyri at standa tímavís í røð og bíða eftir feskum vatni

Ella at høgga lyktapelar til pinnabrenni

Ella renna saman við kroppinum á mammu skuldi spreingjubrot rakt hana

Ella verja lítlabeiggja fyri onkrum hissini tjóvi

Við orðum kann sinnið einans gera skuggan skilligan í ljósinum

                        ljósið skilligt í skugganum

Men skuggi og ljós eru hvørvisjón

So veik eri eg

Bannaður veri veikleikin, Harri

Bannað veri sinnið, Harri

18 kg  Brúkt vápnahvíld

Við bygdini í fanginum fór eg á ein marknað, har tey selja brúkt klæði. Bygdin græt og græt. Tað kavaði og hon var  ræðuliga køld. Eg gekk um gøturnar og leitaði eftir einari brúktari vápnahvíld – onkrari bíligari enn hesa nýggju, vit ikki hava ráð til.

          Eg peikaði á eina og segði, „Hvat kostar ein vápnahvíld í bygdastødd?“ Handilsmaðurin svaraði, „ Tretivu túsund martýrar, trýss túsund særd og tíggju túsund litrar av blóði.“ Eg hugdi niður á bygdina grátandi í ørmum mínum. Varrarnar skulvu á henni. Eg vendi mær aftur til handilsmannin. „Ya rajul, er hetta ikki ein brúkt vápnahvíld, hví er hon so dýr, meðni?“

            Hann flenti. „Hon kostar tað hon kostar.“

            Eg gekk um basarin at vita um ein bíligari vápnahvíld fekst. Bygdin higstaði hart og venaði seg. Eg fann ongan annan, ið hevði vápnahvíld til sølu, so eg fór aftur til hin. Hann var í holtur við at steingja. Eg rópti á hann. „Ya´amm, vís mær hasa vápnahvíldina aftur.“

            „Eg havi selt hana,“ segði hann.

            Eg fór til hús, enn við bygdini í fanginum. Hon var givin at gráta nú – andin so frystur í henni, hoyrdist valla. Nábleik at síggja. Sveipað inn í samvitskubit válaði eg enn um gøturnar og rópti á hvønn sum var: „Kann onkur selja mær eina vápnahvíld, nýggja ella brúkta,  áðrenn bygdin doyr?“

1 kg   O

Hermaðurin stendur við vaskið og brýnir sína rakett

Sker eina líkverju til so hon líkist eini kokkasvintu

Bindur hana á seg

Herðir takið um kvørkrarnar á mær

Og dregur meg inn í stovuna

Har ið tryggast er

Ella tað bilti eg mær inn

Hann lyftir rakettina

Høgt

Letur hana falla

Djúpt

Og eg doyggi málleys

Hann flettir meg,  holdið frá beinunum

Sker meg sundur í átta og fjøruti petti

Koyrir pettini í bláar plastsekkir

Og hirðir teir í allar ættir

Sjúkraberin válar um gøturnar

Slotandi eftir mær

Tekur hvønn sekk hann finnur til høldar

Og bínir ikki av tí blásekkjafulla sjúkrabilinum

Tað nívir og klórar í sálina

Ráðaleysur

Gjøtlast hann um

Í hvørjum sekki

Mítt hold man vera.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14